Ítróttur

??ssur Debes Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi

...

2013-07-16 03:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun byrjaði frælsi ítrótturin á oyggjaleikunum á Bermuda. Fyrstir at kappast vóru teir báðir hæddarleypararnir ??ssur Debes Eiriksfoss og Trygvi Laksafoss. Sum vit skrivaðu í gjár, vóru vónirnar góðar til at ??ssur skuldi bjóða av í heiðursmerkjastríðnum, meðan Trygvi fór at fáa tað torført við knæskaða og við at seta av á skeiva beininum. Byrjunarhæddina á 165 cm kláraði Trygvi, og tað gjørdist eisini hansara úrslit.

fjórðseinasti leyparin út, og bronsan var tryggjað. Nú skuldi heiðursmerkini býtast millum ein føroying og tveir av Bermuda. Føroyska metið á 200 cm eigur ??ssur sjálvur, men nú varð yvirleggjarin lagdur á 201 cm. Í aðru royndini kom annar Bermudaleyparin upp um, meðan báðar tær fyrstu royndirnar hjá ??ssuri vóru langt frá at eydnast. Men í triðju royndini og áttanda lopinum í morgun fingu vit nýtt føroyskt met og blást nýtt lív í gulldystin, tá ??ssur sum fyrsti føroyingur kom upp um 201 cm.

Les meira á: http://www.athletics.fo/?p=7237

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder