Politikkur

??sanna søgan sum KVF gjørdi til veruleika

...

2021-10-23 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú hevur almenna kringvarpið í fleiri vikur hongt meg út, tí eg skal hava eitt ???tilknýti??? til eitt reiðarí, sum hevur fingið royndarkvotu.

Í Degi og Viku seinastu vikurnar er mín ???leiklutur??? javnan tikin fram.

Í fyrstu sendingini bleiv eg nevndur ???stovnari??? av felagnum ANGO.

Ein stovnari er ein, sum eigur í felagnum. Eg eigi ikki í felagnum og havi ongantíð átt í felagnum.

Seinni bleiv hetta broytt til ???fráboðari???, tí skrivari mín hevur fráboðað felagið til skrásetingar.

Men søgan endar ikki har.

Hon blívur bara størri og størri.

Nú verða aðrir umsøkjarar, sum annars stillaðu upp fyri Fólkaflokkin til seinasta løgtings- og býráðsval, bodnir í sendingina.

Sum ???prógv??? fyri mínum ???tilknýti??? til felagið leggja teir fram alt samskiftið á Facebook messenger millum meg og ein vinmann.

Hesin vinmaður lænir enntá sjónvarpsvertinum, Barbaru Holm, sína fartelefon, sum soleiðis púra ótarnað sleppur at lesa mítt privata samskifti við viðkomandi.

Okkurt hissini verður útvalt at endurgeva.

Sjálvsagt við tí endamálið, at eg skal hava eitt ???tilknýti??? til nevnda reiðarí.

??gvuliga selektivt valt og ein órættvís mynd verður málað.

Til dømis vórðu boðini ikki endurgivin, sum eg sendi mínum góða vinmanni á messenger fyrr í ár (áðrenn nakrar kvotur vóru útlutaðar), tá eg helt at hansara mongu uppringingar og boð til mín blivu for stuttlig, har eg sigi við hann, at tað eri ikki eg, sum avgerði hvør fær kvotur og at tað nyttar einki hjá honum at blíva við at ringja og skriva til mín.

Og eg sendi honum fleiri slík boð, har eg geri honum greitt, at eg havi einki við kvotabýtið at gera.

Allur hurlivasin stendst annars av, at eg eri systkinabarn ein av fýra eigarum av ANGO.

Vegna hetta ???tilknýti??? hevur Kringvarpið gjøgnum einar 10 tíðindasendingar eisini víst livandi myndir av mær og Jacobi Vestergaard, har Jacob Vestergaard á einum tingfundi sæst teska mær eitthvørt í oyra.

Við hesum vil KVF sjálvandi fortelja sínum hyggjarum: ???Her avtala teir hvør skal hava royndarkvotur!???

Haldi meg annars minnast, at hesar myndirnar eru tiknar, tá løgtingslógin um sjófeingi var til viðgerar í 2019!

Púra tilvildarligar og gamlar myndir verða brúktar fyri at styrkja uppáhaldið hjá tíðindafólkunum.

Lat meg undirstrikað fylgjandi

- Undirritaði eigur ongan partapening í ANGO
- Undirritaði hevur onki havt við umsóknina hjá hesum felag at gera
- Undirritaði hevur onki tilknýti til hetta felag
- Tíðindini hjá Kringvarpi Føroya eru ósonn.

Annars kann eisini sigast, at staðfestingin í Degi og Viku í gjárkvøldið at ???kanningarstjórin nú verður settur??? heldur ikki er sonn.

Mær vitandi er umbønin um kanningarstjóra ikki komin á skrivstovuna hjá løgtingsformanninum og hansara umsiting, har tað skal endaliga góðkennast.

Men tað forðar ikki andstøðuni at siga hvørjar niðurstøður tey vilja koma fram til og enntá N??R niðurstøðurnar skulu gerast!

Alt áðrenn umsitingin í løgtinginum yvirhøvur hevur sæð spurningarnar og kann gera eina meting av um tað andstøðan vil, yvirhøvur letur seg gera!

Men eingin miðil spyr um tað.

Hitt er jú betra søgan.

Og í sama viðfangi kunnu somu leysasøgur, sum fyrr eru miðlaðar, takast upp aftur.

Christian Andreasen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder