Mentan

Opið hús á Handilsskúlanum mánadagin 9. mars kl. 15 - 20.

...

2015-03-06 21:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Opið hús á Handilsskúlanum mánadagin 9. mars kl. 15 - 20.

Hygg inn á heimasíðu okkara www.fh.fo

15. mars er umsóknarfreistin til miðnám 2015. Og mánadagin 9. mars fer Føroya Handilsskúli í Havn at kunna um allar útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru á Handilsskúlanum.

Studentsútbúgving á Búskaparbreytini. Kunnað verður um studentsútbúgvingina á Búskaparbreytini. Um leiðirnar á Búskaparbreytini, hvussu tær verða skipaðar, og hvørjar møguleikar tær lata upp fyri. Tað eru fýra leiðir: KT-leiðin, Altjóða leiðin, Innovatiónsleiðin og Búskaparleiðin.

Vit fara at kunna um FHS, sum er eitt ára støðisútbúgving, og um tvey-ára FHS, sum er til tín, sum hevur tørv á at fyrireika teg betri til eina FHS-útbúgving. Og um lærlingaútbúgvingarnar innan okkara øki.

Tvey ára Búskaparbreyt. Hevur tú tikið FHS prógv nú ella fyri nøkrum árum síðani, so ber væl til at halda fram á Búskaparbreytini í tvey ár, um tú lýkur upptøkukrøvini.

Hevur tú ikki føroyskt sum móðurmál, men tú skilir føroyskt, so ber væl til at melda teg til á Handilsskúlanum. ??tbúgvingarnar á Handilsskúlanum hava altjóða snið, enskt mál verður nógv brúkt. Tú kanst til dømis søkja inn á FHS-útbúgvingina og fáa eina støðisútbúgving innan handil, skrivstovu og fyrisiting, samstundis sum tú mennir tínar førleikar í føroyskum, og endar við føroyskum á C-stigi.

Hægri Handilsprógv 1 ár: Vit fara at kunna um møguleikan at taka eitt Hægri Handilsprógv eftir einum ári. Um so er at tú hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving frammanundan.

Á Handilsskúlanum leggja vit dent á, at útbúgvingin tekur støði í gongdini í samfelagnum, á altjóða viðurskifti, mál og á almenna vitan. Og vit leggja dent á førleikar, sum geva innlit í búskap, og hvussu virkir og fyritøkur arbeiða. Og at tú sjálv/ur kanst fara undir egið ella annað nýskapandi virksemi. Vert er eisini at geva gætur, at eitt prógv á Búskaparbreytini gevur atgongd til víðari lestur í Føroyum og uttanlands.

Alt hetta kunna vit um, tá ið opið hús verður mánadagin 9. mars kl. 15-20 á Handilsskúlanum í Havn. Tað verða trý kunningar umfør: kl. 15, 17 og 19. Og øll eru vælkomin, næmingar foreldur og forvitin. Lærarar, lestrarvegleiðarar og næmingar verða at hitta ??? og tú fært eina góða mynd av lívinum á Handilsskúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder