Vinna

Opið by night í SMS

...

2019-09-04 06:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikudagurin byrjar sum vanligt í SMS, men kl.19 letur SMS upp aftur við nógvum góðum tilboðum og góðum tónleiki. Eisini kanst tú forkela góman við ókeypis smakkiroyndum av bobblute, sum er at fáa í spildurnýggju kaféini, Hornið. Bobblute er eitt frískligt fruktte við smáum kúlum í við smakki. Hetta er eitt sera væl umtókt te uttanlands, og nú verður tað eisini at fáa í Horninum í SMS.

Oyruni verða eisini forkelaði hetta kvøldið, tá Beinir við bólki og so Hans Andrias fara á pallin á Torginum ávikavíst kl. 20 og 21, har teir fara at framføra fleiri av teirra kendastu løgum.

SMS letur aftur kl. 22.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder