Tíðliga í vár frættist í bygdini, at núverandi kirkjugarður í Sandavági skuldi útbyggjast eystureftir.
12/4-18 ringdi Vága Kommunu, til undirritaðu, um at bygdarráðsfundur var ásettur mánadagin 16/4-18, um ein nýggjan kirkjugarð í Sandavági, og bað okkum koma á hendan fund, tí tað var sera stórur áhugi fyri hesum máli. Í telefonini var greitt frá, at kommunan hevði sett nakrar pelar niður á stykkinum ??? hetta uttan at eigararnir vóru eftirspurdir. Seinni sóu vit, at stykkið var avtakið við pelum. Hetta er als ikki lov samb. løgtinglóg nr 171 frá 18. mai 1937 um ???Hegn og Markfred??? kap 5, grein 40, um ???Færdsel paa Andenmands Grund???.
§ 40. Den som uden Nødvendighed eller uden dertil erhvervet Hjemmel gaar over anden Mands Indmark, straffes med Bøder.
So vit fara at heita á tykkum, um at gera so væl at taka pelarnar upp aftur sum skjótast. Lendið er okkara ogn.
Mánadagin 16/4-18 komu vit á ein sera løgnan ???fund??? um kirkjugarðin, har bert vit við húski og tvey onnur fólk vóru til staðar. Vit væntaðu, sambært telefonsamrøðuni við Vága Kommunu, at bygdarráðslimirnir fóru at kjakast um uppskotini, men tað vísti seg, at avgerðin longu var tikin, um at nú skuldi nýggur kirkjugarður gerast ??ti á Gjógv. Vit høvdu sum eigarar als ikki fingið nakra kunning um hetta. Har vóru ongar grundgevingar ??? bert atkvøðugreiðsla hjá bygdarráðslimunum. Hetta er ikki rættur framgangsháttur! Rættast hevði sjálvsagt verið, at havt ein borgarafund, hesum viðvíkjandi, fyri at kunna borgaran og hoyrt allar meiningar, og ikki bert tey, ið rópa harðast. Hetta eigur eisini at leggjast fram fyri umhvørvisnevnd og kirkjuráð. Hetta er ikki gjørt! Ei heldur eru royndir tiknar av lendinum ??ti á Gjógv.
Undanfarna bygdarráð hevði tríggjar ferðir samtykt, at verandi kirkjugarður skuldi útbyggjast. Hetta var væl úr hondum greitt. Borgarafundur hevði verið. Tekningar høvdu hingið uppi í kirkjuni og aðrastaðni. Royndir vórðu tiknar av lendinum og málið varð lagt fram fyri umhvørvisnevnd og kirkjuráð. Men av tí, at nøkur í grannalagnum hjá kirkjuni høvdu samlað undirskriftir móti hesi ætlan - so hálsaði núverandi bygdarráð um, og vildi hava nýggjan kirkjugarð ??ti á Gjógv, uttan nakra fyrireiking av nøkrum slag.
Á hesum ???fundi??? stóðu tveir bygdarráðslimir fast, um upprunaligu ætlanina, um at víðka núverandi kirkjugarð. Tveir aðrir bygdarráðslimir próvførdu eisini fyri hesum uppskoti, men hálsaðu um ??? helst av trýsti. Bygdarráðslimirnir úr Miðvági, sum eru í fleirtali, sýndu líkasælu. Einasta próvførsla á ???fundinum???, um at broyta samtyktina, og gera nýggjan kirkjugarð úti á Gjógv var: ???at so var ikki so langt at ganga úr kirkjuni???. Hetta er als eingin próvførsla. Atlitini til onnur viðurskiftir hava nógv størri týdning.
Fyri 9 árum síðani (2009) kom EM Ráðgeving við 7 ymiskum uppskotum um nýggjan kirkjugarð í Sandavági. Eitt av hesum 7 uppskotunum fevndi um at nýta kirkjugarðin í Miðvági, tí at bygdirnar báðar nú eru ein kommuna. Av uppskotunum, man hetta vera tann bíligasta og minst umfatandi loysnin.
Vit meta at skynsamast er, at nýta avmarkaða fíggjarliga orku upp á tey deyðu, soleiðis at vit ístaðin kunnu raðfesta tey livandi.
Orsakir til, at vit halda, at matr.nr. 289 a og b (lendið ??ti á Gjógv) í Sandavágiikkiskal brúkast til kirkjugarð:
1.Lendið er góður, gamal, veltur óðalsbøur. Helst ein hin elsti dyrkaði bøur í Sandavági, uml. 500 ár vilja menn vera við.
2.Har er besti sólargangur í bygdini, ið heldur skuldi verið til gangs fyri livandi fólk
3.Niðanfyri lendið er nú eitt vinnuligt, mentanar- og trivnaðar øki. Nógv er hent síðani 2009, tá uppskotið frá EM Ráðgeving varð gjørt. Eitt stórt fiskastykki er endurreist og tey trý pakkhúsini verða nú umvæld og nýtt til t.d. list, sjónleik, tónleik og ymiskar veitslur. Hetta tí, at Atli Gregersen hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri land og fólk, sum lýsir eina farna tíð. Nú ferðavinnan er í stórari menning og fokus er sett á søgu, mentan og trivnað, so fer ein stórur kirkjugarður als ikki at passa inn í hetta umhvørvið. Kirkjugarðurin fer at misprýða bygdina/økið heldur enn at prýða um. Á tekningunum sær alt so yndisligt út, men hetta er ikki ein realistisk mynd av einum kirkjugarði í føroyskum veðurlagi í brattlendi. Myndirnar eru sera misvísandi, tí í veruleikanum er tað nógv brattari enn myndirnar sýnast.
4.Vegurin frá pakkhúsunum og út á endan móti Dunnagjógv er einasti vegur í Sandavági, har tað er slætt og eingir bilar koyra. Hesin vegur verður dúgliga gingin av bygdafólki og øðrum. Har ganga fólk við hundi, barnavogni og ung sum gomul. ??ti á endaum er ein bonkur, har bygdafólk tíðum møtast og sessast til eitt prát. Hesin vegur er sera friðsælur og er ein sonn perla í bygdini. Ein kennir seg veruliga sum eitt við nattúruna. Vinstrumegin eru traðir við seyði, og høgrumegin er opið hav við útsýni yvir Giljanes og Miðvág. Aðrar oyggjar síggjast eisini. Frá hesum vegi síggjast eisini tíðum kópar. Børn fáa sera nógva gleði av hesum vegi, eins og øll onnur. Ikki er tað bert sjálvur kirkjugarðurin, ið oyðileggur hugnan ??ti á Gjógv, men sanniliga eisini stóri og dominerandi bilvegurin, ið skal byggjast og binda Heygagerð og Bakkan saman. Hesin gamli og einasti slætti vegur, við ongum bilum, fer í søguna, um kirkjugarðurin ??ti á Gjógv gerst veruleiki, ið er ómetaliga syrgiligt.
5.Raðfestið heldur livandi fólk í kommununi og nýtið peningin til:
oAt gera skúlan á Giljanesi lidnan.
oAt gera tryggari farleið til skúlabørn og gongufólk úr Miðvági og Sandavági og inn á skúlan.
oTrivnað í kommununi.
oMentan: Á Savnsfagnaðinum í Vágum í apríl 2018 hevði fornfrøðingurin Steffen Stummann Hansen eina áhugaverda framløgu um Beintu, og hvussu tey gomlu húsini í Jansagerði kunnu varðveitast og gerast til ein mentunardepil.
6.Nú er eisini nógv frammi í fjølmiðlunum um, at lítið er eftir av veltum bøi. Vísandi til Savnsfagnaðin í Vágum, har Sigurd Nordendal og Dánjal Poulsen høvdu framløgu um týdningin av at varðveita grøn øki, er nevnivert, at hesi øki bara fara at fækkast og verða ikki grundløgd av nýggjum.
7.Lendið er alt ov grunt til gravir, uml. 30 cm til dýpdar. Har er áskot borið á.
8.Lendið er sera bratt við stórum jarðarmuni.
9.Har er sera harðført.
10.Umframt kirkjugarð so skal, sum sagt, stórur bilvegur byggjast, men eisini nógv parkeringspláss og eitt hús. Høgur betong garður skal byggjast í neðra, soleiðis at moldin ikki ríður oman, tí nógv ífylling skal til, av tí har er bæði grunt og bratt. Alt hetta er sera misprýðandi fyri bygdina, og fer at skeikla og skemma verandi umhvøri.
11.Sjálvt um vit ikki hava samlað undirskriftir, eins og tey, ið vóru ímóti útbygging av verandi kirkjugarði, so eru tað sera nógv, ið eru harðliga ímóti at byggja nýggjan kirkjugarð ??ti á Gjógv. Eyðun Myllá skrivaði eitt gott opið bræv til kommununa (http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/opid-braev-til-vaga-kommunu/), har hann mótmælti báðum uppskotunum (útbyggja verandi kirkjugarð og kirkjugarð ??ti á Gjógv) og skeyt upp heldur at endurnýta gamlar gravir. Sera nógv fólk viðmerktu greinina og tóku undir við Eyðuni.
Helvtin av gravunum í Sandavági eru 100 ár ella eldri. Vanligt er í øðrum londum at nýta gomlu gravirnar umaftur, aftaná eitt vist áramál, t.d. í Noregi og Álandi. Klaksvíkar Kommuna nýtir eisini hendan framferðarhátt, at fyrsta grøvin verður grivin 30 cm djypri, soleiðis at ein næstringur kann gravast omaná. Gomul fólk í Sandavági siga, at vanligt var at fara í grøvina hjá forfedrunum. Hetta mátti borið væl til í Sandavági, tí har er sandmold og sera djúpt. Vága Kommuna skuldi avgjørt kanna hendan møguleikan nærri.Hetta nøktar tørvin í nógv ár.
Vit eru ein kommuna, og í kommununi eru tveir kirkjugarðar ??? so tað er ímóti viti og skili at byggja ein nýggjan kirkjugarð, tá eisini ein góður kirkjugarður er í Miðvági við góðum og stórum útbyggingarmøguleikum, slætt í allar ættir og liggur fyri seg sjálvan. Hetta er eisini bíligasta loysnin. Hetta mæla, sum nevnt, EM-Ráðgeving eisini til í einum av uppskotunum frá 2009.
Sum øllum kunnugt, eru bara tilvildarlig fólk, ið verða vald í bygdarráð. Hesi fólk eiga at taka ábyrgd, hava hugsjónir og tora at hyggja longur fram, og eisini at ganga nýggjar leiðir og ikki leypa um har garðurin er lægstur. Eisini skal skattaborgarans peningur nýtast skynsamt.
Nógv bygdarráð hava tikið skeivar avgerðir gjøgnum tíðirnar, til óbótaligan skaða fyri eftirtíðina. T.d. var umrødda lendi ??ti á Gjógv, í síni tíð, ætlað til nógvar og stórar ruskbyngjur hjá kommununi, sum tíbetur bleiv steðgað, meðan tíð var. Hetta eru øll glað fyri í dag.
Samandráttur
·Endurnýtið tær gomlu gravirnar í kirkjugarðinum í Sandavági. Helvtin av gravunum eru sera gamlar og kunnu nýtast umaftur.
·Tveir kirkjugarðar eru í Vága Kommunu ??? og tað halda vit er nóg mikið. Kirkjugarðurin í Miðvági kann nøkta allan tørv ??? har eru góðir útbyggingarmøguleikar.
·Vit erueinkommuna. Um nøkur ár eru bygdirnar samanvaksnar, og tá er als einki løgið í tí,at eitt sandavágsfólk verður grivið í Miðvági. Hugsið heldur um fólkið sum livir og virkar í kommununi og gevið teimum bestu umstøður. Brúkið ikki óneyðugan pening til deyð fólk, ið skulu ???eiga??? grøvina í allar ævir. Soleiðis er ikki í øðrum londum.
·Lendið ??ti á Gjógv er unikt. Havið virðing fyri veltum lendi - tey eru hótt og lítið er eftir av teimum.
·Hugsið um vinnu-, mentanar - og trivnaðarumhvørvið, ið Atli Gregersen letur endurreisa. Alt hetta verður skeiklað og hansara góða verkætlan helst útsett og seinkað. Heldur ikki fer verkætlanin at koma til sín rætt, tá ein dominerandi kirkjugarður og stórur bilvegur verða bygdir har. Somuleiðis hvørvur gonguvegurin út móti Dunnagjógv, ið er ein sonn perla í bygdini.
Tá líkbrenning ikki er møgulig í Føroyum vegna kostnað og fólkatal, fara vit at koma heilt í neyð av gravum og kirkjugørðum allastaðni í Føroyum, um gravirnar ikki verða endurnýttar. Hetta er okkara fyrsta og fremsta alternativa uppskot. Næstbesta uppskotið er at nýta kirkjugarðin í Miðvági. Okkara triðja uppskot er nýhugsan. Um kirkjugarðurskalgerast, so er t.d. at nýta grótbrotið, har óendaligir møguleikar eru, ella undir øllum umstøðum at nýta óveltan bø.
Mælt verður til, at bygdarráðið fer inn á Leiti og skoðar lendið ??ti á Gjógv, hvussu tað sær út nú, og ímyndið tykkum, tá alt verður grópað upp og ein høgur betongmúrur verður settur upp.
Nýtið vit og skil, og gerið ikki nakað í óðum verkum, sum eftirtíðin fer at brigsla tykkum fyri.
Allir bygdaráðslimirnir í Vága Kommunu, hava fingið hetta skriv.
Við hávirðing
Anna Sofía Winther Thomassen
Olevina Suffía Winther Thomassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald