Fólk við rørslutarni eiga sama rætt at ferðast sum onnur
Hósdagin hin 5. mai, sum er Kristihimmalsferðardagur, verður ein hátíðardagur í Nólsoy. Tríggir konfirmantar skulu fermast hendan dagin og tey ungu eins og familjur teirra og vinfolk gleða seg nógv til stóra dagin.
Sum forkvinna í Heilafelagnum, heiti eg inniliga á Strandferðsluna og landsstýrismannin í samferðslumálum um, at syrgja fyri at Kristihimmalferðardagur hin 5. mai 2016 ikki verður ein dagur, har fólk við rørslutarni mugu setast aftur og ikki kunnu luttaka saman við sínum nærmastu, nú konfirmatiónir eru í Nólsoyar kirkju. Heitt verður á Strandferðsluna um, at syrgja fyri, at hóskandi skip er á leiðini millum Havnina og Nólsoynna so fólk við rørslutarni sleppa aftur og fram, um ikki annað so bert tveir túrar, ein fyrrapart og ein seinnapart.
At ferðast til Nólsoyar til høgtíðir er vanligt og serliga tá hátíðardagar ella hátíðarløtur eru. Tað hevur altíð verið so, og kanska er hetta eisini við til, at fólk trívast so væl í Nólsoy.
Í Nólsoy eru eins og í øllum øðrum økjum í landinum fólk, sum eru rakt av sjúku og breki. Tørvurin á góðum atkomumøguleikum er stórur og bert smáar broytingar kunnu forða fólki í, at sleppa til arbeiðis ella til tiltøk og at vitja familju.
Í dagsins samfelag eru vit so mikið upplýst, at vit kenna stóra týdningin av ikki at diskriminera fólk við breki, serliga innan almennu skipanina liggur ein víðkað ábyrgd av hesum.
At liva vi rørslutarni er í sjálvum sær ikki tað ringasta, men at vera avskorin frá sosialau tilveruni við onnur og at missa tilknýtið til vinir og familju, er tað tyngsta og er hetta við til, at økja um einsemi og isolatión hjá fólki við rørslutarni. Hetta rakar ikki bert tann sum ber brekið, men alla familjuna, sum einki fær gjørt fyri at bøta um støðurna.
Hóast bygdin ikki er stór, so er virksemið stórt og trivnaðurin góður. Dagliga ferðast fólk aftur og fram um Nólsoyarfjørð til arbeiðis og at gera ørindir, sum ikki kunnu gerast í bygdini, eisini vinnulívið í bygdini avhongur av ferðasambandinum. Her er talan ikki bert um túratal, men eisini um egnaði skip at røkja leiðina.
Treytin fyri at børn, ung og familjur teirra kunnu búgva í Nólsoy, er eitt gott ferðasamband. Og hóast vit kundu ynskt at ferðasambandið var enn betri enn tað er, so eru fólk fegin um møguleikarnar fyri flytføri.
Samferðslan millum Nólsoy og Tórshavn er ikki bert ein farðleið men ein lívsæðr fyri tey sum búgva í Nólsoy.
Maud Wang Hansen
Forkvinna í Heilafelagnum
Búsitandi í Nólsoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald