Latið okkum nú fáa eina semju um heilsuverkið
Heilsuverkið er hornasteinurin undir vælferðarsamfelagnum. Vit eiga øll at kunna semjast um, at lykilin til eitt gott og trygt samfelag, er, at vit hava eitt heilsuverk, ið er til reiðar og ført fyri at lofta okkum, tá heilsan bilar. Men, sum ikki einaferð, so sær partapolitikkur út til at vera einasta forðingin fyri hesum.
Góðu fólkavaldu!
Tað eru ongi stórtíðindini, at tað stendur heilt illa til í heilsuverki okkara. ??ll vita tað ??? og hava vitað tað leingi. Veljarar tykkara vita tað. Læknafelagið veit tað. Sjúkrahússtjórin og starvsfólkini í heilsuverkinum vita tað. Og øll hesi hava biði tykkum gera nakað við málið, tí at støðan í dag kann ikki halda á fram.
Eg fari at siga tað akkurát sum tað er: tað er beinleiðis skammiligt, at sjúkrahúsverkið framvegis liggur í andaleypi, hóast vit leingi hava vitað, júst hvussu illa tað stendur til. Ávaringarnar tykjast ikki at rína við tykkum, ið sita við ábyrgdini, og sum hava møguleika at gera nakað við málið. Tað gongur ikki.
Hesar atfinningarnar eru til tykkum øll. Tær eru ikki oyramerktar til samgongu ella andstøðu. Til løgting ella landsstýrið. Til tykkum í politisku skipanini ella tykkum uttanfyri hana. Til tykkum gomlu, garvaðu ella til tykkum nýggju og óroyndu.
Hesi orð eru stílað til tykkum øll, sum varða av heilsuverkinum. Á øllum stigum.
Eg haldi tað vera ómetaliga flóvisligt, at síggja politisku skipanina brúka heilsuverkið sum politiskt jarnbrot. At síggja bæði samgongu- og andstøðupolitkarar royna at skora politisk stig í málinum. Tað mugu tit gevast við. Hetta er ikki ein spurningur um játtanina í ár. Hetta er ikki ein spurningur, um hvørjum vit skulu peika fingrar eftir; um tað skal vera hendan samgongan ella handan samgongan, ið skal fáa lortaspannirnar omanyvir seg. Tað er heldur ikki bara ein spurningur, um tað skal vera ein felags leiðsla ella um tað skulu vera eitt ella trý sjúkrahús. Tað er ein spurningur um at taka ábyrgd og fáa okkara heilsuverk í eina trygga legu!
Russiski rithøvundurin Dostoyevsky verður ofta endurgivin fyri at siga, at eitt samfelag ikki eigur at verða mett eftir, hvussu tað fer við sínum sterkastu borgarum, men heldur eigur at verða mett eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu. Í dag kunnu vit kanska siga, at eitt samfelag eigur at verða mett eftir, hvussu støðan er í heilsuverkinum, tí at eg dugi ikki síggja fyri mær, hvussu vit kunnu innrætta eitt gott samfelag, um vit ikki kunnu kenna okkum vís í, at vit verða loftað, tá heilsan fer at bila.
Hetta brævið er ein innilig áheitan á tykkum, sum hava møguleika at gera nakað við hesi viðurskifti, nú vit koma inn í desember mánað. Leggið persónligt og partapolitiskt agg til viks, og gerið tað til tykkara fremsta mál at fáa smíðað eina breiða semju um heilsuverkið, soleiðis at vit føroyingar aftur kunnu kenna okkum tryggar.
Tað finst neyvan nøkur betri jólagáva at geva Føroya fólki.
Tór Marni Weihe, formaður í Vága Tjóðveldisfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald