JN

Opið bræv frá Sinnisbata, ísamband við ætlandi sparingar á Psykiatriska Deplinum

....

2014-12-12 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sinnisbati hevur seinastu vikurnar verið vitni til kjakið í mun til meldurin á Psykiatriska Deplinum, har ætlanin er at skerja virksemið við 10 milliónum næstu árini. Hendan upphædd er áleið 20% av árligu upphæddini, sum Depilin verður rikin fyri. Vit hava tilvita bíða og hava veruliga eina trúgv uppá, at landsins politiska vald, ið varðar av hesum øki, sjálvt tekur stig til at endurskoða hesa skerjing.

Psykiatriski Depilin og starvsfólkið, ið har starvast, hava síðani 2008 miðvíst arbeitt fram ímóti at nútímansgera psykiatriina í Føroyum. Samstundis við, at raksturin av Psykiatriska Deplinum hevur gingið sína gongd, hevur Depilin megnað at sett á stovn fleiri nýggj viðgeraðtilboð. Í hesum høpi kunnu vit nevnað: Barna-og ungdómapsykiatriina, ??kispsykiatriina, DAT-toymið, ADHD-toymið, Kognitiva terapi-viðgerð, Psykoedukatión, Avvarandi umboð, Sjúklingaumboð o.s.v. Sinnisbati gleðist um nýggja stevnimiðið hjá Psykiatriska Deplinum um, at arbeitt verður miðvíst fyri, at sjúklingar kunnu koma fyri seg áleiðis við rehabilitering og recovery. Hettar krevur starvsfólk, sum áhaldandi eru í einari fakligari menning, og sleppa at arbeiða við hesum viðgerðar hættum/tilgongdum.

Hóast menningararbeiðið, hevur Psykiatriski Depilin eisini røkt arbeiðsuppgávur, sum hoyra til Almannaverkið. Nevniliga hava uml. 20 liðugt viðgjørd fólk havt fastan bústað  á Deplinum í nógv ár. Kostnaðuri fyri hesa búðeind er farin av teimum 50 milliónunum, sum Depilin hevur havt til rakstur. Tá Almannaverkið nú loksins fer at røkja hesa uppgávu, er onki undarligt í, at leiðsla og starvsfólk á Deplinum vænta og krevja, at hesin peningur, íð hevur væntað, verður frítikin, fyri at menna ambulanta virksemið víðari.

Tað er ongi loyna, at psykiatriska økið, bæði í Føroyum og aðrastaðni, í mong ár hevur verið lágt raðfest. Hóast hetta, at sálarheilsuórógv og álvarsamari sálarsjúkur er tann bólkur, ið veksur alsamt, sum árini ganga. Og aftur eru Føroyar onki undantak. T.d. Tøl frá NOMESKO (Nordisk Medicinalstatistisk Komité 97, 2012: Helsestatistik for de nordiske lande 2013...) vísa at nýtslan av antidepressiva heiluvági er vaksið mundandi seinastu árini. Í 2005 blivu 37 skamtir (receptir) latnar, og longu í 2012 var talið hækka til 62 skamtir pr. 1000 íbúgvar í Føroyum.  

Umleið 1300 fólk eru árliga í viðgerð í psykiatriini í dag. Herav eru árliga 300 fólk innløgd, 750 fólk ganga ambulant og 250 børn eru í skipanini til útgreining og í viðgerð.

Um ein samanber okkum í Føroyum við tøl aðrastaðni so eru uml. 5000 fólk, sum hava tørv á hjálp frá psykiatriini, so her er ein stórur partur, sum ikki er í samband við Psykiatriska Depilin. Hesi vera antin  viðgjørd hjá kommunulækna, hjá privatpraktiserandi psykologi, ella ikki als ikki í viðgerð.

Talvan niðanfyri vísur á, hvørji av teimum ambulantu tilboðunum sum longu eru í vanda vegna internar sparingar á Psykiatriska Deplinum, og tær sum eru í álvarsomum vandabólki fyri at lata aftur, um so er at uppskot um niðurskurð verður til veruleika. Hetta eru ræðandi tøl, ið ???toga teppi undan??? nógvum av teimum sjúklingunum, ið hvønn dag, saman við starvsfólki í ambulantu viðgerðini, berjast móti sálarsjúkuni.

AMBULANT viðger, ið er álvarsliga hótt av sparingum, ið vera settar í verk komandi árini

Fólk í viðgerð/vitalu

Á bíðilista

Avvarðandi toymið koyrur undirvísing alt árið við uml. 10- 15 avvardandi  x 6 ferðir.

60

Oligofreni viðger (fólk við menningartarni, ið eisini hava sálarheilsutrupulleikar

50

 

Depotviðgerð (langtíðar heiluvágsviðgerð)

30

 

DAT viðger til fólk við persónmenskuólag/Borderline.

16

8

 Kognitivan viðgerðarbólk til fólk við ótta og tunglyndi

10

 

Bólkaviðgerð til fólk við "Bipolar sjúka" (fyrr manio/depressiv)

15

 

Viðtalutoymi, ið viðgerð  kvinnur við  burðartunglyndi

45

 

Ambulant viðgerð fyri ADHD

100

50

Viðtalutoyminum "missbrúk", hettar er til fólk sum hava serliga eitt medisinskt missbrúk.

(25) áðrenn summarsteðgin 14

Ikki byrjað aftur í heyst vegna sparing

 

Fólk, sum eru í viðtalutoyminum "Langtíðar rehabilitering", hettar eru fólk, sum hava fingið eina skizofreni fyri einari rúmari tíð sína og krevja ein aktivan innsats

(40) Hesi fáa onga viðgerð í løtuni vegna at SRF er spardur burtur

 

Kelda: Tórunn H. ??sá, leiðandi SRF á Psykiatriska deplinum 11.12.2014.

Grannin fyri sunnan, sum vit ofta samanbera okkum við, fer hin vegin. Eitt nærum samt danskt Fólkating samtykti í juni 2014 at geva eina eykajáttan til donsku psykiatriina uppá 2,2 milliardir býtt sundur til tey komandi fýra árini fram til 2018. Hetta hevði svarað til, við leystligari umrokning, at føroyska psykiatriin fekk 5,5 milliónir eyka um ári, næstu fýra árini.

Sinnisbati heitir staðiliga og inniliga á landsins politiska vald at umhugsa, (gera eina cost benefit greining, búskaparliga og ikki minst sosialt og menniskjaliga)  hvør avleiðingin av so stórum sparingum verður. Vit vita, at skjót viðgerð ger betri gagn og kann fyri byrgja langtíðarsjúku, sum kann elva til vánaliga lívsgóðsku, langar sjúkrameldingar og víðari til møguliga fyritíðarpensjónir. Hinvegin kann skjóta og góða viðgerðin føra við sær, at fólk koma út aftur til m.a. eitt virkið lív og á arbeiðsmarknaðin aftur. Men tað krevur pening, sum ikki má verða spardur burtur.

Hóast nøkur búfólk nú verðað flutt í aðra skipan, so hevur Psykiatriski Depilin tørv á einari uppraðfesting, so haldast kann áfram við menningararbeiðinum og nútímansgerð á psykiatriska økinum. Sinnisbati mælir tí staðiliga til at uppraðfesta psykiatriska økið.

 

Nevndin í Sinnisbata

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder