JN

Onnur kvinnan breyt bæði beinini

...

2018-03-15 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á Jónas Broncksgøtu, har tvær kvinnur blivu yvirkoyrdar. 

Portal.fo skrivar í morgun, at sambært vakthavandi, so eru eingi vitni, sum hava kunnað greitt frá hvussu vanlukkan hendi.

Hildi verður at 69 ára gamli førarin hevur fingið ein tilburð av onkrum slag, og tí mist tamarhaldi á bilinum. Bilurin rendi inn í bygningin hjá Fróðskaparsetrinum, og síðani í ein lyktapela sum fór um koll. Eftir tað rendi bilurin so eisini inná tvær 27 ára gamlar kvinnur.

Portal.fo skrivar, at onnur kvinnan breyt bæði beinini, og enn vita tey ikki um 69 ára gamli maðurin er komin til vit aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder