Politikkur

Onki flóttafólk til Føroya, takk

...

2015-01-10 04:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brandur Sandoy skrivar:

Nú okkara alra løgmaður hevur hildið sína síðstu nýttárstalu á hesum sinni, og roynt at víst tjóðini vegin at ganga, fari eg sum løgtingsmaður at siga mína hjartans meining um innihaldið í einum parti av røðu løgmans.

Løgmansrøðan var í mangan mátar ein góð og fevnandi røða, tó at røðan í støðum fór av sporinum. Og tað er akkurát her, at eg sum løgtingsmaður vil gera vart við viðurskifti, har eg als ikki taki undir við løgmanni.

Løgmaður vil hava at vit skulu liva upp til okkara skyldu sum partur av altjóða samfelagnum, og hjálpa til úti í heimi, har neyðin er stór, við at vit í Føroyum taka nakrar flóttafólkafamiljur til Føroya.

Eg eri púra samdur við løgmanni at vit eiga at hjálpa. Men samstundis eri eg púra ósamdur at vit skulu taka trupulleikarnar til Føroya, fyri at hjálpa.

Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat hava hesi fólk at tilføra føroyska samfelagnum? Hvussu nógv ríkari verða vit í Føroyum tá talan eitt nú er um mentan, pening, íverksetan, innitiativ, innivatión.

Vit kunnu hyggja eftir grannalondum okkara, eitt nú Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við. Hvat hevur Danmark fingið burturúr at hýsa flóttafólkum? Eru tað ikki júst hesi somu fólk, sum í fyrsta, annað ella triðja ættarlið eru fremstu sympatisørar við eitt nú Islamiskum Stati. Eru tað ikki júst hesi fólk, sum Danmark í dag hevur ein álvarsligan trupulleika av, bæði við at hesi fólk súgva landið fyri pening fyri onki at gera, og tí at tey eggja til ófrið millum aðrar av teirra líkum, móti donsku yvirvøldini?

Naivistiska hugsunarhátt løgmans, hóvar mær als ikki. Hetta at halda, at vit skulu verða katólskari enn pávin við at vit, 48000 fólk, skulu frelsa heimin frá allari neyð, at vit bara skulu ignorera fólk sum koma til Føroya at bróta okkara lógir og noyða sína veruleikahugsan niður yvir skallan á okkum, er so langt burtur frá mínari verð, at tað finnast ikki orð fyri tí.

Vit mugu ikki gera sama mistak sum onnur vesturlendsk lond hava gjørt, at lata okkum yvirfloyma av útlendskum virðum, mentan, máli og siðvenju.

Vit eiga at gera alt vit kunnu fyri at verja okkum, okkara mentan og okkara rætt at virka og liva sum vit altíð hava gjørt.

Mótmæli móti grindadrápi í summar er bara toppurin av ísfjallinum.

Um vit halda somu kós í nøkur ár afturat, verður mótmæli móti fletting í kjallarum tað næsta, mótmæli móti jólum tað triðja, har eru tey í øðrum londum í dag. Mótmæli móti praktisering av kristindómi í skúlum tað fjórða, og soleiðis heldur tað áfram, inntil vit hava mist alt vit eru góð við, alt vit standa fram fyri, alt vit savnast um í dag, inntil samleiki okkara sum føroyingar er so útvatnaður, at vit standa eftir sum nøkur hím og undrast á hvat hendi.

Misskil meg ikki. Eg haldi at vit eiga at lata land okkara upp fyri fremmandum. Eg haldi at vit eiga at fáa arbeiðsamar útlendingar til Føroya, so hvørt vit sum land hava tørv á fólki, og um so er at okkara fólk finnur makar av øðrum uppruna enn føroyskum.

Men hetta eigur altíð at verða uppá okkara fyritreytir, og verður tað ikki góðtikið, so er hurðin einasta alternativið.

Hóast vit hava tað gott í Føroyum, so er nógv sum framvegis haltar í føroyska samfelagnum. Samfelagsbólkar eru í dag, sum ikki hava nøktandi treytir í Føroyum. Hesum eiga vit at hjálpa áðrenn vit hugsa um onnur aðrastaðni í heiminum. Ella kanska vit skuldu tikið tey tøkini sum skulu til, fyri at vit lata verða við at læna til rakstur av samfelagnum, sum vit gera í dag.

Eg eri við uppá at hjálpa peningarliga úti í heimi. Eg eri enntá við uppá at vit løna føroyingum fyri at hjálpa til úti í heimi.

Men tað verður ikki við hjálp frá Brandi Sandoy, at vit taka trupulleikar til Føroya, sum ikki eru her í dag.

Soleiðis verður tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder