Politikkur

Ongin ríkisfelagsskapur er til ??? bara danska ríkið

...

2021-09-20 13:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Danska ríkið verður nú javnan umrøtt, sum ríkisfelagskapurin. Men tað er púra burturvið at brúka hetta orðið. Tí tað eitur Danmarsk Rige. Tað eitur ikki føroyska, grønlendska, danska ríkið. Talan er um Danmarsk Rige, har Danmark hevur seinasta orðið, og harvið alt valdið.


Danskir politikarar eru farnir at nýta hugtakið ríkisfelagsskapurin fyri at geva føroyingum ta fatan, at talan er um javnstøðu millum Føroyar og Danmark. Men so er ikki. Føroysk ítróttarfólk sleppa í fleiri førum ikki til aljóða kappingar uttan at umboða Danmark ??? ella at vera Danmark 2.

Føroyar sleppa ikki á fund við altjóða felagsskapur, uttan at Danmark er við sum sómadadda. Tí føroysk og donsk áhugamál eru jú ikki altíð tey somu.

Tí ber ikki til at tosa um ríkisfelagsskap. Tí ongin ríkisfelagsskapur er til ??? bara tað danska ríkið.
Og Føroyar mugu fara úr danska ríkinum, so vit kunnu røkja egin áhugamál og verða javnsett við Danmark og øll onnur fræls lond í heiminum.

Beinta Løwe, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder