Politikkur

Ongin keta er sterkari enn tað veikasta liðið

...

2015-02-17 23:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu vikurnar hevur ein sendirøð verið í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, har víst verður á, hvussu útlendingar sita á føroysku fiskivinnuni.

Onki er at ivast í, at føroyska samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum júst nú. Tíverri ger Kringvarpið bara tað, sum er føroyingum so líkt, at fara eftir "monnunum" heldur enn eftir bóltinum. Hjá mær er onki ivamál - okkara avbjóðing er, at fáa meira at liggja eftir í landshúsarhaldinum. Hetta kann millum annað eisini gerast við at fáa meira at liggja eftir í landskassanum fyri okkara fiskiríkidømi.

Sendingarnar hava verið áhugaverdar at hugt at og áhugavert hevur verið at fingið innlit í, hvussu tilgongdin til úrslitið, sum vit síggja í dag hevur verið. Men eg haldi at ljóskastarin í nógv størri mun eigur at setast á, hvar var tað, at skipanin sveik.

Lítið er at ivast í, at tá fiskidagaskipanin riggar optimalt, so er tað heimsins besta skipan, men við hesi skipan er sum við øllum øðrum, ongin keta er sterkari enn tað veikasta liðið, serliga styrkin í fiskidagaskipanini var, at umsitingin skuldi regulera veiðuorkuna so hvørt sum hendan bleiv effektivari. Hetta er tíverri ikki gjørt, tí umsitingin hevur ligið á skeivum staðið - skal fiskidagaskipanin rigga, so er neyðugt at umsitingin av henni liggur á einum staðið - har hugsað verður langsigtað - tíverri hugsa okkara politikkarar í alt ov nógvum førum bert fram til næsta val, hetta uppaftur verri nú enn áður, tá vit høvdu fleiri valdømir.

Fiskidagaskipanin kundi t.d. verið umsitin av eini fiskidaganevnd, har høvuðsendamálið er at varveita okkara fiskastovnar og harvið okkara fiskiríkidømi á einum burðardyggum støði.

Okkara størsta avbjóðing er, at vit eru ov fá til at gjalda føroyska gildið. Hetta saman við einum høgum lønarskatti ger, at okkara ungu (konu)fólk ikki støðast í landinum. Nógvir av monnunum arbeiða uttanfyri landoddarnar ella í fiskivinnuni - og har eru góðar lønir og ørvísi skattur.

Sum sendingarnar hjá Kringvarpinum vístu, so liggur onki eftir í landskassanum frá teimum reiðaríum, sum m.a. vera stýrd úr Hollandi og aðrastaðni. Hetta má okkurt gerast við beinanvegin.

Fáa vit bilbugt við hesar fýra avbjóðingar (sum eru: Broyta skattatrýstið á a-inntøkunum, fáa fiskidagaskipanina aftur á beint, fáa alla vinnuna at leggja pengar eftir seg til landskassan og kvinnurnar at trývast) so er lítið at ivast í, at Føroyar eru heimsins besta land at liva í - eisini í framtíðini.

Jóanis Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder