Høgni Hoydal: Ongin forðing fyri at gera nakað nú
Sjálvandi eiga vit at taka undir við øllum uppskotum, ið kunnu betra støðuna hjá fólki og børnum undir fátækramarkinum. Tað avgerandi er, at vit gera nakað nú ??? og ikki lata hetta gerast kegl og uttanumtos
Høgni Hoydal
Málið um eitt serligt barnaískoyti til húski undir fátækramarkinum, er í vanda fyri at gerast politiskt kegl og uttanumtos.
Tað er tað ringasta, ið kann henda og gagnar als ikki málinum og teimum, ið málið snýr seg um. Tað kann ikki vera rætt, at eitt so greitt mál, ið kann gera veruligan mun hjá teimum, ið eru ringast fyri, skal gerast innviklað og trupult. Samstundis sum onnur mál fyri 100-tals milliónir flúgv gjøgnum tingið uttan nakra fyrireiking ella viðgerð.
Tað stutta av tí langa er, at uppskotið hjá andstøðuni er ein lógarheimild til eftir umsókn at veita eitt serligt barnaískoyti til húski, ið eru undir fátækramarkinum.
Heimild verður givin landsstýrinum til í kunngerð at áseta tær nærri reglur og treytir fyri barnaískoytinum og at at áseta ítøkiliga markið ??? og ein ítøkilig málsviðgerð og heildarmeting skal gerast í hvørjum einstøkum føri.
Tískil er lagt upp fyri teimum ivamálum, sum m..o. Reimund Langgaard, løgtingsmaður, hevur reist. Hetta er ikki eitt mál um automatiskt útgjald. Og til ber at áseta reglur og gera ítøkiligar metingar, soleiðis at ivamál verða loyst.
Skuldu onnur ivamál verið, ber sjálvandi eisini til at gera broytingar ella rættingar í uppskotinum, áðrenn tað verður samtykt.
Tað er ikki avgerandi, at tað er okkara uppskot, ið verður samtykt. Vit hava frá byrjan av, bjóðað øllum flokkum at vera saman um eitt uppskot. Og um samgongan heldur vil gera broytingar ella leggja eitt líknandi uppskot fram sjálv, so taka vit sjálvsagt undir við tí.
Tað avgerandi er, at vit gera nakað nú ??? og ikki útseta og finna umberingar.
Hetta uppskotið er ikki loysnin uppá at koma úr fátækraváða ella nøkur endalig áseting um fátækramark og átøk.
Men hetta er bert tað mest ítøkiliga, vit kunnu gera nú fyri børn í fátækradømi. Og allir flokkar hava alment sagt seg vilja stuðlað einum slíkum uppskoti.
Tað størra takið er at gera nakað við tey grundleggjandi viðurskiftini, ið elva til fátækradømi, stættarmun og ójavnar møguleikar. Til dømis bústaðarkostnað, lønar- og arbeiðsviðurskifti, skattir og avgjøld hjá lág- og miðalløntu, møguleikar at arbeiða fulla tíð, møguleikar at nema sær útbúgving og mangt, mangt annað.
So vælsignað, latið okkum nú loysa hetta ítøkiliga málið nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald