Politikkur

Ongin bíðitíð til skanning

...

2021-10-23 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bíðitíðin til MR-skanningar er burtur. Til CT-skanningarnar er stutta bíðitíðin tengd at neyðugum fyrireikandi kanningum og ikki at sjálvari skanningini

Viðgerðartrygd er til bæði MR-skanning og CT-skanning á Landssjúkrahúsinum. Tað framgongur av svari, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur latið uppá skrivligan sonevndan § 52a-fyrispurning frá Rósu Samuelsen, løgtingkvinnu, um bíðitíðirnar í heilsuverkinum.

Ongin bíðitíð yvirhøvur er til MR-kanningar. Við ársbyrjan í 2019 var bíðitíðin seks vikur at sleppa til MR-skanning, men síðan eru tilsamans 750.000 krónur játtaðar á fíggjarlógunum fyri 2020 og 2021, soleiðis at skannarin eisini kann hava opið fýra kvøld um vikuna. Við tí er eydnast at fáa bíðitíðina burtur.

Ongin bíðitíð er heldur til sjálvar CT-skanningarnar, men til tær krevst størri fyrireiking við tað, at aðrar kanningar, eitt nú blóðroyndir, mugu gerast, áðrenn skanningin kann fremjast. Henda fyrireikingin tekur eitt sindur av tíð, men fólk, sum verða ávíst til CT-skanning, fáa beinanvegin at vita, nær skanningin verður. Bráfeingis CT-skanningar verða eisini framdar beinanvegin, sum neyðugu úrslitini frá fyrireikandi kanningunum eru tøk, og kanningar, sum ikki hava skund, verða raðfestar, so bíðitíðin í mesta lagi verður seks vikur frá ávísing til skanning.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at viðgerðartrygdin eisini verður hildin, tá tað ræður um at sleppa fram at í skannarunum.

Viðgerðartrygd til skanningarnar eru ein fortreyt fyri, at vit eisini kunnu hava viðgerðartrygd fyri fyrst sjúkugreining og síðan viðgerð. Tí var tað millum annað umráðandi at fáa pengar til at hava MR-skannaran opnan um kvøldið eisini, so fløskuhálsarnir har kundu fáast burtur. Tað er eydnast, og CT-skanningarnar koyra eisini eftir bókini og innan fyri viðgerðartrygdina.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Talið av skanningum er vaksið ógvusliga seinastu árini. MR-skanningarnar eru næstan fimmfaldaðar seinastu tíggju árini ??? úr 600 skanningum í 2010 upp í 2.800 skanningar í 2020. Í sama tíðarskeiði eru CT-skanningarnar meira enn tvífaldaðar ??? úr 4.700 skanningum í 2010 upp í 10.100 skanningar í 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder