Politikkur

??metaliga klossut at siga nei til 1000 krónuseðlar fyri at spara 100 krónuseðlar

...

2015-05-20 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum frættist í miðlunum, at grønlendsk fiskiskip hava trupulleikar við at leggja veiðuna upp í Føroyum. Ítøkiliga dømið hetta vikuskiftið var um trolaran Polar Princess, sum mátti fara til Íslands at leggja veiðuna upp, hóast ynski teirra var at koma til Føroya at leggja hana upp. Sum skilst á lagnum, eru trupulleikar við Heilsufrøðiligu Starvstovuni.

Les eisini: Grønlendsku skipini siga Føroyum farvæl.

Hetta er ein óheppin og álvarsom støða, sum ikki skal undirmetast. Eg havi tí tikið málið upp á politiskum stigi og sent Johan Dahl, avvarandi landsstýrismanni, nakrar § 52a spurningar, har landsstýrismaðurin m.a. verður biðin um at greiða frá støðuni og hvussu tey hugsa sær at loysa trupulleikan.

??tlendsk fiskiskip, ikki minst grønlendsk fiskiskip, leggja nógvan pening eftir seg í Føroyum, við tað at tey keypa vørur og tænastur her, tá tey koma inn at leggja lastina upp, og tað vildi verið ómetaliga klossut av okkum at rikið alt teirra virksemi av landinum, m.a. yvir til Íslands.

Vit skulu ansa okkum sera væl ikki at undirmeta støðuna. Tað verður ómetaliga óheppi, um alt hetta avleidda virksemið, sum útlendsku fiskiskipini skapa, verður flutt til okkara grannalond. Man skal ikki undirmeta, hvussu stórt íkast til føroyska búskapin hesi fiskiskip hava, tá tey koma og leggja fiskin upp her. Tey keypa olju, proviant, trol og trolútgerð, eins og tey gera umvælingar av ymsum slag, umframt at keypa arbeiðsmegi til landing ella umskipan av fiskinum. Tað tykist undarligt, at grønlendskir trolarar skulu hava tílíkar trupulleikar í Føroyum, meðan teir ikki hava tað í Íslandi.

Tíverri sýnist hetta vera eitt dømi um, hvussu bureaukratiið í Kontórshavn virkar, tá tað er upp á tað ringasta. Man sigur nei takk til 1000 krónuseðlar fyri at spara 100 krónuseðlar.

Landshúsarhaldinum tørvar, eins og við einum vanligum familjuhúsarhaldi, sum útgangsstøði pening inn í kassan, áðrenn mann kann brúka úr honum. Eg veit væl, at mong mangan freistast til at halda, at tað finst eitt pengatræ í havanum hjá løgtinginum at heinta av til almennan rakstur osf.

- Skal hervið boða frá, at tað ger tað altso ikki!

Janus Rein

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder