2013-08-26 13:28

FM Ung 2013 er av á hesum sinni. Dagurin byrjaði klokkan 12.30 ið skrúðgonguni, og tað er ein fragd fyri eyga, at síggja allar íðkararnar ganga inn á vøllin. Hetta er heilt sikkurt ein siður, sum er komin fyri at verða. Seinasta ár vóru trý feløg (Treysti, Hvirlan og Bragdið) umboðaði í skrúðgonguni. Í ár var so eitt felag, Roysnið, við afturat, so talan bleiv um fýra feløg. Vónandi verða tað uppaftur fleiri feløg við næsta ár.
Les meira og sígg øll úrslitini:http://www.athletics.fo/?p=7410
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald