2016-10-25 19:09
Á Tvøroyri hava tey úr at gera, nógv sild er landað á Tvøroyri teir seinastu dagarnar og nú bíða skipini eftir landingartørni.
Í dag hevur Tummas T. landað 800 tons av sild, tá ið teir eru liðnir at landa Tummas T., tá skal Finnur Fríði landa 1.500 tons av sild og í kvøld ella tíðliga í nátt, tá kemur Tróndur í Gøtu við 1.300 tonsum av sild.
Farmaskipið Belbæk tekur liðugtvøruna umborð - alt hettar gevur eina rúgvu av arbeiði á Tvøroyri.
Og ikki nokk við tað - nýggja surimivirkið er um at verða liðugt, tað verður helst royndarkoyrt í desember, tá ið svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald