Tíðindaskriv frá Heilafelagnum 8. mai 2016
Á nevndarfundi í dag hevur nevndin í Heilafelagnum skipað
seg. Ongar broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum hjá ymsu nevndarlimunum,
sum øll vóru afturvald á aðalfundinum, tann 9. apríl.
Sostatt er Maud Wang Hansen, framvegis forkvinna, Emil
Michelsen er næstformaður, Estur Lognberg er kassameistari, Ann Hovland og
Jógvan Telling eru nevndarlimir. Fyrstvaldi tiltakslimur er Tove Johansen og
næstvald er Suneva Davidsen.
Nevndin sær fram til tann 20. mai kl.13.30 tá MBF fyllir 35
ár. Her sær Heilafelagið fram til at hitta limir og onnur á okkara bási í
Norðurlandahúsinum.
Í heyst skipar Heilafelagið fyri útferð fyri limum til
Depilin í Skálavík. Umframt hetta verður eisini skipað fyri nøkrum
felagstiltøkum. Til ber at kunna seg um tiltøk og annað á facebook, har
Heilafelagið hevur eina almennan bólk.
Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald