JN

??ll fólkini eru komin niður av Kunoynni í øllum góðum

...

2016-05-06 21:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sambært MRCC so gekk bjargingararbeiðið sera væl, øll 6 fólkini eru komin niður í øllum góðum, tey 6 fólkini vóru øll donsk.

Tað gekk sera skjótt hjá bjargingartyrluni at finna fólkini, sum vóru stødd sunnalaga á Kunoynni. 

Ein staðkendur bjargingarmaður var komin niðan til fólkini og valdi at siga løgregluni frá, at hann helt at tyrlan skuldi boðsendast, tí fólkini vóru móð, tey høvdu gingið í 10 tímar og onkur hevði onkran snudd.

Alt spældi væl av og tyrlan er komin aftur á flogvøllin, siga teir á MRCC.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder