2016-05-02 08:03
??ll 6 gullaksaskipini landa í morgun. Tey fóru øll at sigla inn í gjárkvøldið og komu inn tíðliga í morgun. Fiskiskapurin hevur verið smáligur hesa vikuna tey hava verið úti.
Vit tosaðu umborð, øll skipini hava roynt viða um, mest sunnan- vestanfyri.
Polarhav og Stjørnan landa á Kósini, teir hava tilsamans 135 tons, Vestmenningur og Skorabereg landa eisini á Kósini, teir hava 150 tons. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava 175 tons.
Tað er Tavan í leirvík sum keypir gulllaksin frá øllum skipunum.
Skipini fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald