Vinna

Oljutangaskip hjá Mærsk umvælast á Skálafjørðinum

...

2014-12-05 23:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
OLJAN.FO skrivar:

Sunnumorgunin kemur fyri fyrstu ferð nakrantíð eitt av bláu tangaskipunum hjá Maersk Tankers til Føroya at verða umvælt.

Ikki meira enn hevur oljupallurin West Hercules sagt Skálafjørðinum farvæl og sett Føroyar á heimskortið, so er enn ein stórur oljugestur ávegis. Tíðindini um at føroyingar hava fólk og umstøður til at umvæla ein av heimsins størstu oljupallum, eru farin víða um heim og eisini inn á skrivstovuna hjá ???Maersk Tankers??? í Keypmannahavn.

Og so mikið áhugaverd hava hesi tíðindi verið fyri stóra danska reiðaríið, at avgerð nú um dagarnar varð tikin um at lata eitt av skipunum hjá felagnum, ???Maersk Edgar??? koma til Føroya at fáa ymsar umvælingar gjørdar.

Skipið kemur á Runavík sunnumorgunin, og verður hetta fyrstu ferð nakrantíð, at eitt av skipunum hjá Mærsk verður umvælt í Føroyum. Maersk Edgar, sum er umleið 40.000 tons, 186 metrar lang og 31 metrar breidd, kemur úr Grønlandi, har tað hevur verið við eini last av olju.

Símun Erik Johannesen er verætlanarleiðari hjá MEST, sum hevur gjørt avtaluna við danska reiðaríið. Hann stendur fyri hesi nýggju og spennandi uppgávuni. ???Tað er at fegnast um, at tað hevur eydnast okkum loksins at fáa eitt av teimum bláu skipunum til Føroya at verða umvælt. Giti at hetta eisini man gleða teir mongu føroyingar, sum hava arbeitt og arbeiða hjá danska reiðaríinum. Hjá MEST kemur tað sera væl við, at skip, sum sigla framvið oyggjunum, leggja leiðina inn her at fáa umvælingar gjørdar og annars til at fáa aðrar møguligar tænastur,??? sigur Símun Erik, sum vónar, at slík uppgáva ikki verður tann seinasta.

Nú tað fyrst eydnaðist at fáa ein boripall til Føroya og síðani eisini eitt stórt tangaskip, ber til at siga, at tað veruliga er ruddað slóð fyri øðrum uppgávum av líknandi slag í framtíðini heldur MEST-leiðarin.

Maersk Edgar skal liggja við havnina í Ruanvík í umleið fýra dagar. Har skulu gerast ymsar smærri umvælingar, eitt nú skulu fleiri ballastrør skiftast. Umleið 14 mans verða tengdir at uppgávuni, harav eisini tveir specialistar, sum koma úr Týskalandi.

Símun Erik Johannesen sigur við oljan.fo, at tað er so uppagt, at skip, sum sigla á okkara leiðum og sum tørva tænastur av ymsum slag, koma til Føroya, serstakliga um hetta ikki nervar siglingina annars. Í hesum førinum var skipið á veg úr Grønlandi til Europa og hevur ikki nakra ávísa uppgávu í løtuni. Tað eru so eisini mong onnur tangaskip ol., sum sigla um Atlantshavið eitt nú millum Kanada og Europa, ið koma framvið Føroyum. So her átti at verið ein marknaður hjá føroyskum veitarum.

Í hesum førinum er tað so ein føroyingur, Páll Slættanes úr Havn, sum í sínum arbeiði hjá Maersk Tankers hevur sæð møguleikan at umvæla eitt av teirra skipum í Føroyum, nú tað kortini var á hesi leiðini. Páll er komin til Føroya at fylgja arbeiðinum. Hann starvast í dag sum tekniskur inspektørur hjá Maersk og fegnast eisini hann um, at tað hevur eydnast at sannføra leiðsluna í danska reiðaríinum um, at tað er eitt gott hugskot at fara til Føroyar og fáa umvælingarbeiði gjørt.

Oljan hevur eisini hitt Páll Slættanes. Sí grein seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder