Mentan

OLJAN - føroysk vinnu- og samfelagsmenning í 25 ár

...

2014-11-27 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv:

Frá science fiction til føroyska stórvinnu

Móttøkur í høvuðsstaðnum og í olju-høvuðsstaðnum

Týsdagin 2. desember kemur út nýggja forvitnisliga bókin

???OLJAN - føroysk vinnu- og samfelagsmenning í 25 ár???.

Meðan frálandsvinnan fyri 25 árum síðani kendist føroyingum at kalla sum ???science fiction??? ??? sum eitt

slag av óveruleika ??? er hon í dag ein av størstu vinnum í Føroyum, hóast vit enn ikki hava funnið okkara

egnu olju. Høvundarnir greiða frá, hvussu stóran týdning yvirtøkan av føroysku undirgrundini í 1992

hevur havt fyri føroyskan hugburð, altjóðagerð, vinnumenning og samfelagsgongd annars. Bókin greiðir

sjálvandi eisini gjølla frá teimum níggju boringunum, sum higartil eru gjørdar undir Føroyum, og viðger

harafturat spurningin um, hvat skal til fyri at fáa oljufeløgini at bora fleiri brunnar.

Bókin er 550 síður í vavi og fevnir eisini um eina rúgvu av myndum og tekningum, sum lýsa føroysku

vinnu- og samfelagsmenningina hesi seinastu 20-25 árini.

Hon verður sum vera man løgd fram alment í bæði høvuðsstaðnum og í olju-høvuðsstaðnum:

í Perluni í Tórsgøtu í Havn týsdagin 2. desember kl. 17

og

á Bókasavninum við Løkin í Runavík hósdagin 4. desember kl. 17.

Høvundarnir Jan Müller og Tróndur Djurhuus fara at greiða frá arbeiðinum við og innihaldinum í bókini

og at signera eintøk. Afturvið verða kaffi og smákøkur at fáa. ??ll eru vælkomin inn á gólvið til framløguna

ella at ogna sær bókina.

Høvundarnir signera eisini bókina

í Riti og Ráki í SMS mikudagin 3. desember frá klokkan 17 til 18.

Vinarliga

Forlagið OLJAN

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder