HSF: Hondbóltssamband Føroya harmast um, at neyðugt er at siga upp samstarvið við úrvalsmennaran seinastu tvey árini, Oliver Jensen, orsakað av vantandi fíggjarligum møguleikum.
Í arbeiðinum við at byggja upp eitt menningar- og úrvalsarbeiði, hevur Oliver Jensen havt ovurstóran týdning við síni vitan og førleikum, ið hava verið føroyskum hondbólti til stórt gagn. Ikki minst vaktu góðu úrslitini hjá U17-gentunum í mars mánaði ans, og nú tey ungu hava vitjað úrvalsliðini hjá íslendingum fyri viku síðani, varð góða gongdin staðfest, so HSF hevur fingið sjón fyri søgn, at setta kósin er tann rætta.
??? Oliver hevur havt ein avgerandi leiklut í, at vit nú hava fingið gongd á landsliðsarbeiði, heilt frá ungdómslandsliðunum og upp til A-landsliðini. Við sínum fakliga dugnaskapi hevur Oliver verið til stóran íblástur fyri okkara yngstu spælarar, umframt venjarar og onnur, sum arbeiða við hondbólti kring landið. Vit vildu heldur enn fegin hildið fram, men við okkara avmarkaðu fíggjarligu møguleikum letur hetta seg tíverri ikki gera, sum støðan er nú, sigur formaðurin í HSF, Kristian Johansen.
Politiskt og serliga ítróttarpolitiskt hevur hondbólturin ikki fingið tann stuðul, HSF kundi ynskt sær, nú miðvísa menningararbeiðið longu hevur givið úrslit og víst, at føroyskur hondbóltur er á rættari kós. HSF vildi ynskt, at ÍSF og føroyskt vinnulív í størri mun sóu virðið í tí arbeiði, sum á mangan hátt setur Føroyar á heimskortið í hondbóltshøpi. Við at hava fimm prosent av íbúgvunum sum íðkandi spælarar, er føroyskur hondbóltur upp á seg dupult so stórur sum í næststørstu tjóðunum, Íslandi og Danmark.
??? Vit vildu heldur enn gjarna hildið fram, sum vit hava gjørt, men noyðast at gera nakrar raðfestingar, sum eru innan fyri okkara trongu fíggjarkarmar. Tí hava vit tikið ta avgerð, at vit ikki vilja slaka í miðvísa mennongararbeiðinum, sum fevnir um úrvalsarbeiði, A-landslið og øll ungdómslandsliðini. Tað harmar okkum, at vit missa ein so stóran kapasitet sum Oliver Jensen, men í løtuni hava vit ikki aðrar møguleikar enn at enda samstarvið, sigur Kristian Johansen.
Samstarvið við Oliver Jensen, sum hevur verið knýttur at HSF síðstu tvey árini, endar tann 30. juni, tá sáttmálin við hann gongur út. Men hóast tað, vónar HSF, at tað ber til at heita á hann í sambandi við smærri uppgávur av ymsum slagi, tí hann eigur sín stóra part í tí arbeiði, sum longu er farið í gongd og annars hevur fingið so góða byrjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald