Ítróttur

Olgar og Bjarni stjórna EB/Streymi

...

2015-10-28 22:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EB/Streymur: EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Olgar Danielsen, sum skal vera høvuðsvenjari hjá besta liði felagsins komandi ár. Samstundis er sáttmáli gjørdur við Bjarna Arnason, sum skal vera hjálparvenjari.

Hesir báðir eru ikki ókendir í EB/Streymi

Olgar var venjari hjá næstbesta liði felagsins árini frá 2007 til 2011. Í 2007 spældi tað liðið í 2. deild og endaði á øðrum plássi. Sostatt spældi tað liðið í 1. deild í 2008, men tá endaðið liðið á næstaftasta plássi og flutti sostatt niður aftur.

Les eisini: Arnar, Rògvi og Brian leingja við EB/Streym.

Í 2009 endaði liðið á triðja plássi aftan fyri AB og 07 Vestur, men av tí at 07 Vestur tað árið flutti niður úr bestu deildini, so flutti okkara lið upp í 1. Deild saman við AB. Og í 2010 gekk so mikið væl í 1. deild, at vit endaðu á 4. plássi. Síðani hava úrslitini verið verri, vit hava stríðst ímóti niðurflyting, og í 2014 flutti liðið so aftur niður í 2. deild.

Hinvegin hava vit nógvu seinastu árini havt lið í ovara enda av bestu deildini, men í ár fluttu vit so niður, so besta lið okkara komandi ár fer at luttaka í 1. Deild. Og tað verður sum sagt við Olgar Danielsen sum høvuðsvenjara.

Bjarni Mohr Arnason verður komandi ár hjálparvenjari hjá besta liði okkara. Bjarni hevur áður starvas hjá EB/Streymi árini 2009 til 2013, har hann leiddi ungdómsdeildina. Samstundis vandi Bjarni fleiri ungdómslið, eins og hann nøkur ár eisini var venjari hjá besta kvinnuliði okkara og mansunglingunum.

EB/Streymur ynskir Olgar og Bjarna væl afturkomnar í felagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder