JN

??lavsøkukabarettin 2021

...

2021-07-20 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grovt, men gott!

Vit gleða okkum at spæla kabarett fyri ??lavsøkugestunum, sum vant í Sjónleikarahúsinum á Niels Finsensgøtu 34 í Tórshavn.

Ársins kabarett verður leikstjórnað av Katrin Joensen-Næs. Katrin hevur áður leikað kabarettir og leikstjórnað leik og film. Franklin Symphor Henriksen framleiðir, og leggur seg eftir einari góðsku á sama støði sum seinastu kabarettina.

Kabarettin verður mannað av Elias Magnussen, Jenny Svartá Wardum, Edvin Hanssonur Niclasen og Bjørk Búadóttir Tórgarð.

Á tónleikapallinum sita Kristian Pauli Eleffsen og Vinjar Egilsnes Petersen. Høgni Poulsen ger, sum vant, pallsniðið. John Ivar Venned er ljóðsniðgevi, og Turpin Djurhuus er ljóssniðgevi.

Vegna tilmælini eru 100 atgongumerkir til hvørja sýning, so nú ræður um at skunda sær!

Til ber at ogna sær atgongumerki áatgongumerki.fo

Sýninganar vera hesar:

  1. juli kl 18.00 og kl 19.30
  2. juli kl 18.00 og kl 19.30 og kl 21.00
  3. juli kl 18.00 og kl 19.30 og kl 21.00

Vit gleða okkum at síggja tykkum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder