Hagstovan skrivar:
At jólini eru háárstíð hjá handilsvinnuni er einki nýtt. Ofta verður tó spurt, hvussu stór jólasølan hevur verið. Í uppgerðini av smásøluni fyri fjórða ársfjórðing 2015 sæst, at jólastás og bleytir pakkar selja mest.
Tey árstíðarjavnaðu tølini fyri bólkin klædnavørur og fótbúnaður vísa, at háárstíð (ið er fjórði ársfjórðingur) viðførir ein vøkstur í nýtsluni uppá umleið 46%. Hetta merkir, at umsetningurin í ársins prísum tá er áleið 46% hægri enn miðal umsetningurin fyri árið.
Í talvuni niðanfyri, har fjórði ársfjórðingur verður samanborin við sama ársfjórðing í árinum frammanundan, sæst av prosentvísu árstíðarávirkanini, at tað er sama mynstur, ið endurtekur seg hvørt ár í tíðarskeiðnum 2010 ??? 2015, tvs. at umsetningurin í fjórða ársfjórðingi fer langt upp um miðalumsetningin í árinum. Hetta kann hava nakað við atburðin hjá húsarhaldinum at gera, tvs. at tey raðfesta øðrvísi í fjórða ársfjórðingi enn aðrar tíðir.
Í stabbamyndunum niðanfyri við teimum trimum høvuðsvørubólkunum í fjórða ársfjórðingi verður umsetningurin í ársins prísum samborin við árstíðarjavnaða umsetningin.
Tað er einki at ivast í , at tølini siga okkum, at um jólini skulu vit hava tað gott. Eisini tá tað snýr seg um bólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur økist umsetningur upp um tað vanliga fyri árið við 12%, men tað er tó ikki fult so nógv sum vøksturin í bólkinum fyri klædnavørur og fótbúna.
Búnýti og innbúgv er eisini nógv eftirspurd vøra í fjórða ársfjórðingi, og var árstíðarávirkanin umleið 23%. Hetta er útvið dupult so stórur vøkstur sum fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur.
Fleiri smásøluvísitøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald