Fríggjadagin og leygardagin 30. og 31. Oktobur skipa Sands kommuna, Virkið og B71 fyri árligu trivnaðardøgunum á Sandi.
Á skránni eru mong fjølbroytt tiltøk, og okkurt er fyri allar aldursbólkar.
Eyðkenni fyri oktoburfestina er, at allarflestu tiltøkini eru ókeypis at royna fyri ung sum eldri.
Havnaøkið hjá kommununi verður karmur um flestu tiltøkini leygardagin, og somuleiðis verður annað fiskahúsið á havnaøkinum brúkt, at hýsa fleiri av tiltøkunum.
Kunningarstovan hevur nógv tóm hús til leigu hesar dagar, so innivist er ongin trupulleiki.
Fyriskipararnir vóna at nógv bygdarfólk, oyggjafólk, umframt avoyggjafólk koma til Sands hesar dagar, at taka lut í teimum tiltøkum ið verða fyriskipaði.
Skrá
Fríggjadagur 30. oktobur
Kl 16 ??? 20 Myndaframsýning av skipum og bátum, í undirhúsinum á Munkinum
Kl 18 ??? 20 Barnadiskotek í Virkinum, fyri børnum undir 7. Flokk
Kl 19 ??? 02 Grillfest, felagssangur, diskotek, í Ungdómshúsinum Undir Reynum. Fyri børnum í 7. Flokki og eldri
Kl 20 - Kvøldseta í Virkinum, við tapas-rættum, gomlum kykmyndum, felagssangi, spurnarkapping o.a.
Leygardagur 31. oktobur
Kl 10 ??? 12 Morgunmatur á Mørkini Miklu
Kl 10 ??? 18 Myndaframsýning í undirhúsinum á Munkinum
Kl 12 ??? 20 Hoppiborgir úti í Støð
Kl 12 Fiskitúrar við Sandshavinum, um viðrar
Kl 13 Fótbóltskapping úti í Støð
Kl 13 ??? 18 Matsøla, ølsøla byrjar kl 16, o.a, úti í Støð
Kl 13 ??? 15 Fiskikapping fyri børn, úti í Støð
Kl 14 ??? 16 Skjótikapping, Sands Skjótifelag skipar fyri
Kl 15 Frásøgutúrur, við Jógvani Nicodemussen, frásøgumanni
Kl 15 ??? 18 Sands Fornminnafelag hevur opið á Grótteigum
Kl 16 ??? 18 Marine Harvest bjóðar leskiligar smakkiroyndir úr laksi, úti í Støð
Kl 18 ??? 19 Hanus Johansen framførir úti í Støð
Kl 19 Steypahandan úti í Støð
Kl 19 ??? 21 Hotel Skálavík selir heitar rættir, úti í Støð
Kl 20 Felagssangur úti í Støð
Kl 21 Bál og fýrverkarí úti í Støð
Kl 23.30 - Dansur í Virkinum, við FourMENh
Sands Kommuna, Ungmannafelagið Virkið, og B71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald