Mentan

Oktoburfest á Sandi

...

2015-10-06 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú summarið er farið og heystið er í hæddini, skipa Sands Kommuna, Virkið og B71, saman við øðrum áhugafeløgum á Sandi, fyri Oktoburfest á Sandi 30. og 31. Oktobur.

Skráin ið verður almenn í komandi viku, umfatar alt frá fiski og skjótikappingum, til frásagnartúrar, kvøldsetu, hoppiborgir og dans.

Tó at okkurt verður til allar aldursbólkar, verður dentur lagdur á at hava nógv barnavinarlig tiltøk, og at tey flestu tiltøkini skulu verða ókeypis.

Fríggjadagin verða tiltøkini fyriskipaði í felagshúsunum í bygdini, meðan meginparturin av tiltøkunum leygardagin verða fyriskipaði í og rundanum flakavirkið úti í Støð.

Sandoyggin og Sandsbygd er sera barna- og familjuvinarligt øki at búgva í og at vitja. Tí vilja fyriskipararnir við hesum tiltaki varpa ljós á teir fyrimunir ið eru við at búgva á hesum staði, har øll koma hvør øðrum við.

Verið hjartaliga vælkomin á Oktoburfest heima á Sandi fríggjadagin og leygardagin 30. og 31. oktobur 2015.

Sands kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder