Politikkur

??kt virksemi skal skapa føroyskar inntøkur og arbeiðspláss

...

2015-04-21 14:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár skipaði Sjúrður Skaale, formaður í arktiska arbeiðsbólkinum, fyri Vinnuráðstevnu á Fólkatingi.

Evnið var hvussu Føroyar og Grønland kunnu fáa inntøkur og arbeiðspláss burtur úr vaksandi áhuganum fyri arktiska økinum. Serligt fokus var á shipping og turismu.

150 áhoyrarar, sum umboðaðu allar viðkomandi fyritøkur og myndugleikar í Danmark, komu til tiltakið. Eisini vóru umboð fyri japansku, norsku, amerikansku, íslendsku og russisku sendistovurnar.

Fyrilestrarhaldarar úr Føroyum vóru forkvinnan í Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands, Eli Lassen frá Atlantic Supply Base, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum og Jóannes Petersen, stigtakari til Airport 19.

Sjúrður Skaale fegnast um góðu undirtøkuna:

???Vit hava ofta lyndið til at halda at Føroyar ikki hoyra heima í kjakinum um Arktis. Men vit liggja á gáttini millum Evropa og Arktis, og tað gevur okkum veldigar møguleikar at skapa virksemi, inntøkur og arbeiðspláss burtur úr menningini. Vit hava eisini ógvuliga nógv at bjóða, ikki minst tá tað snýr seg um tænastur til skip. Men einki kemur av sær sjálvum - vit mugu bjóða okkum fram, um onnur skulu síggja møguleikarnar. Tað gera nógvar fyritøkur - men myndugleikarnir kunnu gott spæla betri við, enn teir hava gjørt higartil."

Sjúrður gjørdist formaður í arktiska arbeiðsbólkinum í oktober í fjør og hevur lagt mesta dentin á teir inntøkumøguleikar, sum menningin skapar. Ráðstevnan í gjár var eitt av fleiri átøkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder