Mentan

??kt virksemi í fólkaskúlanum næsta skúlaár

...

2015-05-01 03:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað hevur eydnast at skapa rúmd fyri øktum undirvísingarvirksemi í fólkaskúlanum næsta skúlaár.

Alis- og evnafrøði í framhaldsdeildini og Førleikastovan raðfest
Tímatillutanin verður 1% hægri, ein tími um vikuna verður lagdur afturat í alis- og evnafrøði í 8. flokki, so betur stundir verða til verkligar royndir, og nýútbúnu orðblindalærararnir gerast partur í Førleikastovuni og fáa tímajáttan til virksemi, tá skúlarnir byrjað eftir summarfrítíðina.

Somuleiðis verður arbeitt við at fara undir at kanna næmingar í fólkaskúlanum fyri orðblindni í 3. flokki. Kanningartilfar verður klárt í næstum.

Ferðatíð millum skúlar
Føst skipan verður eisini gjørd í sambandi við ferðatíð hjá lærarum, sum røkja arbeiðsuppgávur í fleiri skúlum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja øllum næmingum góða og javnbjóðis tænastu, og fyri at lærarar, ið røkja hesar uppgávur, skulu fáa sømiligar arbeiðsumstøður.

Svimjing fleiri tímar
Fleiri tímar verða játtaðir  til 1. undirvísingarpart í svimjing. Tað verður gjørt fyri at uppraðfesta ítrótt - í hesum føri svimjing, og bøta um trygdina hjá næmingunum.

Endurskoða ársætlanir og undirvísingargongdir
Farið verður eisini undir at endurskoða ársætlanir og undirvísingargongdir. Eftir ætlan verður tilfarið klárt næsta skúlaár. Arbeiðsdagurin hjá lærarum verður við ætlaðu broytingunum hugaligari, tí fyrisitingarligu uppgávurnar verða smidligari og betur hóskandi.

Leiðslurnar størri rásarúm til ráðlegging og raðfesting
Leisturin at játta tímar til skúlarnar verður broyttur nakað. Endamálið við hesum er at geva leiðslunum størri rásarúm, tá um ráðlegging og raðfesting ræður í einstaka skúlanum.

Sterkari fyrisiting og størri sjálvræði til skúlarnar
Fyrisitingin av fólkaskúlaøkinum er umskipað. Undirvísingardeild umsitur nú í samstarvi við Stýrisdeildina fólkaskúlan - innihaldsliga og fíggjarliga. ??kið er eisini styrkt við starvsfólki.

Atfinningar hava verið um, at fyrisitingin hevur verið ov veik. Hetta hava vit tikið til eftirtektar. Lítið er at ivast í, at skúlin fer at fáa gagn av uppraðfestingunum.

Eftir ætlan fer broytingin eisini at styrkja samstarvið við øll tey mongu, sum varða av og eru knýtt at fólkaskúlanum. Einans við góðum samstarvi ber til at flyta fólkaskúlan longur fram á leið.

Langskygda málið er at skipa sjálvstøðuga skúlafyrisitng undir Mentamálaráðnum, sum skal taka sær av tí dagliga og rakstrinum, samstundis sum leiðslurnar í skúlunum so við og við  fáa  størri ræðis- og rásarúm at mynda teirra skúla.

Mentamálaráðið verður tá yvirskipaður politiskur myndugleiki, og ikki fyrisitari á økinum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder