Fyribils úrslitini frá kanningunum við Magnus Heinasyni í mai-juni vísa, at nógvur makrelur hevur gýtt í føroyskum øki í ár. Nøgdin av rognkornum var munandi størri í ár, enn tilsvarandi kanningar hava víst áður.
Kanningarnar av gýting hjá makreli, tvs. rognkornteljingar, verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroya. Av tí at makrelur gýtir yvir eitt langt tíðarskeið, verða heili tólv altjóða kanningarferðir gjørdar í tíðarskeiðinum februar til juni.
Magnus Heinason er við í kanningunum í norðasta parti av gýtingarøkinum hjá makreli. Vanliga mynstrið hevur verið, at bert einstøk rognkorn av makreli eru funnin her um leiðir so seint í gýtingartíðini, meðan høvuðsgýtingin plagar at vera vestan fyri Írland.
Í kanningini í ár er stór broyting í, við tað at so stórt tal av rognkornum er fingið so langt norðuri og so seint í gýtingartíðini. Enn ber tó ikki til at siga, hvat hetta merkir fyri makrelstovnin. Ein samlað meting verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verður uppgjørd.
Túrfrágreiðing kann lesasther.
Myndin vísir daggomul makel-rognkorn, eisini kallað makrelegg, á túri 1622, 25/5 - 5/6 2016
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald