2018-06-06 07:15

Í dag klokkan 10 byrjar nevningatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru ákærdir fyri drápsroynd.
Nevningatingið er í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks, á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.
Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av báðum monnunum.
Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónur er sálarliga sjúkur nú ella tá hann framdi gerðina.
Sambært grein 16 kunnu slíkir persónar, sum meginregla, ikki verða dømdir í fongsul, men verða dømdir í sálarliga viðgerð, skrivar kvf.fo.
Maðurin ið var álopin bleiv seymaður við yvir 300 pentum, sí myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald