2016-03-11 08:22
Garnaskipið Oknin kom á Havnina í nátt við smáum 30.000 pundum av svartkalva, sum teir hava landað til Barðið í Havn.
Vit tosaðu umborð við skiparan á Oknini í gjárkvøldið - Dánjal J. Kristiansen frá Gjógv, sum plagar at skiftast við Símum Thomsen at føra Oknina. Dánjal J. segði, at teir í fjør fiskaðu fyri 10-11 milliónir, teir plaga at verða 10 mans við Oknini.
Oknin hevur hendan túrin roynt eystanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald