Ítróttur

Okkurt kort skuldi havt annan lit

...

2015-11-29 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin høvdu føroysku dómararnir eftirmetingarfund av kappingarárinum 2015. Sum heild hilnaðist farna kappingarár væl, men okkurt er, ið skal gerast betri til komandi ár.

- Kappingarárið 2015 hevði nógvar avbjóðingar, men sum heild hilnaðist árið væl. Veðrið spælir altíð ein stóran leiklut, og onkur dystur varð spældur, sum kanska ikki skuldi verði settur í gongd, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Farna leygardag høvdu føroysku úrmælingadómararnir eftirmetingarfund av kappingarárinum 2015. Fleiri viðurskifti vórðu umrødd, men serliga varð nógv kjakast um tal av kortum, ið eru givin í ár, og at okkurt av gulu kortunum møguliga skuldi havt annan lit.

Tilsamans 558 gul kort vórðu givin í EFFO-deildini í ár. Av teimum vóru 82 kort givin fyri klandurstøður, hópmótmæli, at vísa misnøgd við avgerðina hjá dómaranum og drál.

- At spælarar hava hug at mótmæla ymiskum avgerðum hjá dómarunum er ein partur av spælinum. Men vit halda, at hetta hevur vundið alt meira upp á seg, og er viðhvørt í meira lagi - serliga frá beinkinum í summum dystum. Hetta má koma í rættlag til komandi kappingarár, so vit sleppa undan óneyðugum burturvísingum, sigur Lassin Iskasen, ið leggur afturat, at dómararnir gera feilir, og so leingi tað eru menniskju, ið vit hava við at gera, so koma feilir at henda, men í nógvum førum eru tað spælararnir sjálvir, sum "biða" um at fáa kort.

Á fundinum varð eisini staðfest, at fleiri av gulu kortunum, ið vórðu givin fyri at taka upplagdan málmøguleika, skuldu havt annan lit, og tað skulu dómararnir vera betri til í framtíðini.

Umframt verður og vind, var nøgdin av dómarum til farnu kapping ein stór avbjóðing. Vanliga eru níggju dómarar til EFFO-deildini, men í ár vóru tríggir av teimum ikki tøkir vegna skaða og annað. Hetta hevði tískil við sær, at størri byrða varð løgd á teir, ið vóru tøkir.

- Á hvørjum ári hevur FSF brúk fyri nógvum dómarum, og eins og liðini hava brúk fyri at seta nýggjar og ungar spælarar á liðið, so hava vit eisini brúk fyri at seta nýggja dómarar við. Í ár fingu vit ein nýggjan dómara í EFFO-deildini, og vónandi eru fleiri á veg, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF..

Kelda: fsf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder