Politikkur

- Okkara kappingarføri tað ringasta í Norðanlondum

...

2018-04-19 07:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv fólk var møtt á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld, har almennur fundur var um avgjaldsøðina hjá sitandi samgongu.

Símun Jóannesarson Hansen vísti í síni framløgu m.a. á eina kanning hjá World Economic Forum frá 2017, sum greitt vísti, at kappingarførið hjá føroysku vinnuni er tað ringasta í Norðanlondum.

Á listanum var Svøríki nr 6, Norra nr. 11, Danmark nr. 12 og Føroyar var nr 38. Kanningin sigur at størstu forðingarnar fyri føroyska kappingarførinum í mun til hini Norðanlondini eru politiskur óstabilitetur og eisini landsstýrisins óstabilitur.

Jørgen Niclasen vísti á vinnufíggindaliga politikkin hjá sitandi samgongu. Hann tók dømi um ein persón, sum arbeiðir hjá øðrum. Tá skal viðkomandi rinda alskins gjøld av lønini, so sum gjald til ALS, til Barsilsgrunnin, Samhaldsfasta og kringvarpsgjald. Um viðkomandi velur at stovna sína egnu fyritøku, noyðist hann at rinda dupult av øll. Tá bæði sum arbeiðsgevari og sum arbeiðstakari.

-Tað er alt annað enn rímuligt, segði Jørgen Niclasen.

Jacob Vestergaard umrøddi skattaálitið, sum fíggjarmálaráðið hevur fingið framleitt. Har eru ørgrinna av eyka skattum, td. eru ætlanir um ognarskatt, borgaraskatt, húsatænastuskatt og sjálvt eyka arvaskatt.

-Hetta er tað vit kunnu vanta frá landsstýrinum í framtíðini, segði Jacob Vestergaard.

Eftir framløgurnar var lívligt kjak, har øll fundarfólkini vóru samd um, at vit mugu fáa ein stabilari og mundandi meira vinnuvinarligan politikk. Nokk er nokk!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder