JN

OKKARA høvuðsstuðul hjá Giza Hoyvík

...

2015-03-08 00:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag skrivaðu ??lavur Larsen, vegna OKKARA, og Kenneth Hovgaard Djurhuus, vegna Giza Hoyvík, undir stuðulsavtalu, sum inniber, at OKKARA verður høvuðsstuðul hjá Giza Hoyvík næstu 2 árini.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í nýggju snotiligu hølini hjá OKKARA, sum á fyrsta sinni vóru opin fyri almenningin í dag.
Formaðurin, Kenneth Hovgaard Djurhuus, segði somuleiðis nøkur orð um, hvussu felagið verður rikið, og hvussu nógvur dentur verður lagdur á, at vaksin sum børn, breidd sum elita, ja øll eiga ein part í felagnum.
Serligur dentur var sjálvsagt lagdur á, at nú felagið var ávegis til Hoyvíkar, so var neyðugt við einum sterkum liðspælara, og tá OKKARA eisini ynskir at nøkta ein eftirspurdan tørv hjá hoyvíkingum, eins og vit sjálvsagt vilja, at fótbólturin endiliga kemur á breddan í Hoyvík, so var tað mest sum upplagt, at OKKARA og Giza Hoyvík fóru í enn tættari samstarv enn áður.
Vit takka OKKARA fyri álitið og ynskja teimum somuleiðis tillukku við handlinum.
Vit vóna, at tað skjótt verður okkara túrur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder