Politikkur

Okkara barnafamiljur

...

2016-11-07 11:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eru vit veruligani komin har til, at familjur leggjast aftur at fáa børn í okkara kommunu? Fyritreytin fyri menning er, at vit eru so mong sum gjørligt, sum bera byrðuna. Tí skulu korini hjá okkara barnafamiljum verða so góð sum gjørligt. Vága kommunu er ein tann dýrasta føroyska kommunan at seta búgv í. Vit hava høgt skatta prosent, høgt barnastovnsgjald og lágan barnafrádrátt. Hendan gongdin skal broytast.

Tær familjur, ið hava hug at fáa sær nógv børn, skulu ikki setast aftur at fáa sær børn, vegna ov høgt barnagarðsgjald. Hesi burðardyggu foreldur skulu veruligan føla, at tær geva Vága kommunu eitt dýrabart tilfongi til framtíðina. Og tí skulu hesar familjur ikki straffast fyri at hava fleiri børn á stovni. Eg, saman við Lista V, fari at arbeiða hart fram ímóti at tað fíggjarliga verður munandi lættari hjá barnafamiljum at liva í Vága kommunu. Eitt uppskot kundi verið, at eitt loft verður sett á stovnsgjaldi, soleiðis at ein familja ongantíð kom at gjalda meiri enn eina ávísa upphædd, sum er rímilig, í stovnsgjaldi. Fleiri hættir eru tó at velja ímillum.

Hetta kundi eisini verði ein liður í at broytt gongdini hjá teimum, sum velja Vága kommunu frá, soleiðis at tey í staðin velja Vága kommunu.

Jákup Olaf Johannesarson, valevni fyri nýggja lista

X við lista V

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder