Leygardagin 3. Desember 2016 skipar Flogbóltssamband Føroya fyri tveimum ókeypis skeiðum í Flogbørnum. Skeiðini verða í Ítróttarhøllini í Kollafirði, og skeiðleiðari verður Peter Morell, ungdómsmennari hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Skeiði er ætlað U 12 venjarum, hjálparfólkum og foreldrum og øðrum áhugaðum
Fyrsta skeiðið verður kl. 9,00 ??? 12,15 undir heitinum: ???Frá kasti til flogbólt???, og umfatar hetta
·Fatanina av tí stigvísu hækkingini í teknikkinum frá kasti til veruligan flogbóltsteknikk.
·Kunnleikan fyri grundarlagnum fyri flogbóltsteknikki og lyklaorð í hesum sambandi
·Kunnleika til leikreglar í Flogbørnum level 0-2
·Amboð at bera fram kunnleika um grundarlagið fyri teknikkinum saman við nøkrum venjingum
Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru: Allir venjarar og foreldur, sum hava áhuga at venja Flogbørn level 0-2 og teimum, sum venja level 3 og U 12.
Næsta skeiðið verður kr. 12,45 til 16,00 undir heitinum ???Grundvøllurin í sambandi við flogbóltsteknikk??? og umfatar hetta:
·Frálæruhátt í sambandi við Flogbørn.
·Hvar umfatar Flogbørn
·Hvørjar møguleikar eru í Flogbørnum
·Flogbørn leikirnir frá level 0-2 og grundteknikkur.
·Baggerslag, fingraslagkast og smassjkast
·Serv og baggerslag
·Smáspøl
Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru venjarar, sum arbeiða við Flogbørnum level 3 og U 12 og U 14 venjarar, men eisini tær, sum arbeiðir og ert venjari á level 0-2, soleiðis at tú fært fylgt tí samlaða framgongdini í Flogbørn-ætlanini.
Meira kann lesast um skeiðið áwww.fbf.foog tilmeldingarfreistin er 25. November.
Tilmeldast kann á teldupostinum[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald