Ísamband við nýggja skúlaárið hevur ?? gjørt avtalu við Klaksvíkar og Tórshavnarkommunu um, at lesandi fáa ókeypis lestrarkort. Við lestrarkortinum verður bíligariat lesa í Føroyum, tí lesandi fáa m.a. avsláttur, tá tey fara á kafé, tilfrisør, keypa koyrikort ella fara til tannlækna.
Skúlabøkur
Taðer stuttligt at byrja aftur í skúlanum, men tað er ikki líka stuttligt atsíggja bókalistan, sum lærararnir koma við, tí skúlabøkurnar eta studningin.
- Tað var við ringum tannabiti, tá egkeypti skúlabøkur, tí eg visti, at bøkurnar vóru ov dýrar, sigur RógviMikkelsen, stjóri á ??, og fyrrverandi næmingur á handilsskúlanum.
- Tískil gjørdu vit avtalu viðbókamiðsøluna í Føroyum og Danmark um, at lesandi í Føroyum fingu møguleikan atkeypa bíligari skúlabøkur.
Hvussu oghvat?
Erttú ein av teimum, ið byrjar aftur á miðnámi ella Setrinum, kanst tú skrásetateg á www.o.fo ogfáa ókeypis lestrarkort. Skal tú harumframt gera stórar íløgur í skúlabókum,kanst tú gera tað í sama viðfangi, sum tá tú skrásetur teg, tí skúlabøkurnarverða seldar online.
Taðkann viðmerkjast, at lestrarkortini eru galdandi fyri allar útbúgvingar íFøroyum. Alt frá miðnámi til tekniska skúla til vinnuháskúlan ogFróðskaparsetur Føroya.
Lesmeir um okkara tilboð og tænastur á www.o.foella vitja okkum á Facebook.
??
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald