Tað er nú skjalfest: 87 milliónir krónur árliga hevur ein landsstýrismaður flutt frá nøkrum umsøkjarum til aðrar umsøkjarar, ið hava søkt um kvotur. Ímóti tilmælunum frá síni umsiting. Bara soleiðis. Og hann viðgongur tað opinlýst. Men hann og hansara partamenn velja sum vanligt at leypa á onnur við ósannindum og taka synd í sær sjálvum. So langt niður eru vit komin
Høgni Hoydal
Tá ið tey, ið sita við sterkasta valdinum og taka sær vald yvir øðrum, gera seg til offur, er veruligur vandi á ferð í samfelagnum. Tá ið tey við útspentari bringu halda seg sleppa avstað við ósannindum og uttanumtosi, er lítið eftir at byggja á. Tá er moralska forfallið fullkomið. Og hetta fer fram beint fyri eygum okkara.
???Hetta er tað, sum eg eri settur í verðina til!??? ???Tey, sum ikki skilja tað, skilja ongantíð nakað, og fara ongantíð at skilja tað.???
So ljóðaði grundgevingin hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni fyri, at hann hevur gingið ímóti tilmælunum frá fakfólki um hvørjir umsøkjarar skulu hava kvotu. Og so leyp hann á undirritaða og Kringvarpið við ósannindum og førdi púra ósamanhangandi uppáhald fram. Umframt, at hann niðurgjørdi allar teir umsøkjarar, ið hava kært og torað at staðið fram.
Hvat er ein milliard, tá ið eg bestemmi?
Men hann hevur altso svarað fyrispurningum frá undirritaða, sum teir nú royna at flyta fokusið frá.
Landsstýrismaðurin í fiskivnnumálum hevur upplýst í svarum til undirritaða, at hann hevur verið beinleiðis uppi í málsviðgerðini og av játtanum til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Hann hevur upplýst, at hann hevur broytt tilmælini frá umsitingini í ??? í hvussu er ??? trimum út av fimm játtaðum kvotum. Flytingar hansara millum privat feløg, í mun til tað, ið umsitingin mælti til, hava eitt árligt avreiðingarvirði á 87 mió. kr.
Verða kvoturnar lagdar um til 12 ára loyvi, soleiðis sum landsstýrismaðurin sigur seg ætla, hevur hetta í minsta lagi virði á eina milliard krónur. Ja, bara soleiðis.
Og so leypa vit bara á onnur...
Men landsstýrismaðurin ger seg til eitt offur. Leggur eftir Kringvarpinum og Tjóðveldisflokkinum við vanligum ósannindum og mýtum. Sigur seg ikki fáa talutíð, meðan undirritaði fær tað. Hann vil ikki hava kanningarstjóra, tí sambært honum, eru tað ???leysir pástandir??? og at leypa upp um vanligar eftirlitsstovnar sum Landsstýrismálanevndina og Løgtingsins Umboðsmann. Christian Andreassen stóð eisini í sjónvarpinum og førdi fram uppáhald um talutíð hjá undirritaða, gjørdi seg til eitt offur og at landsstýrismaðurin bara hevði fylgt tilmælum og alt var opið.
Lat okkum eftirkanna sannleiksvirði í uppáhaldum landsstýrismansins og Christani Andreassen:
1. Uppáhald: Tjóðveldi fær tíðina í Kringvarpinum. Jacob verður útihýstur.
- Veruleikin:
Undirritaði var í Degi og Viku í kjaki við Christian Andreassen, formanni í tingbólki Fólkafloksins. Eg fekk talutíð áleið 3,5 minuttir. Hetta var fyrstu ferð eg var í Degi og Viku- sjónvarpsstovuni í væl meira enn eitt ár.
Jacob Vestergaard hevur seinastu vikurnar verið samrøddur um hetta ítøkiliga málið í meira enn 25 minuttir.
Annars tekur tað eitt lítið bil at telja saman, hvussu nógvar søgur og innsløg og ákærur vóru í KVF um undirritaða sum landsstýrismann frá 2015-2019. Tær vóru meira enn tjúgufalt tað, ið nakar hevur viðgjørt um Fiskimálaráðið nú í KVF.
2. Uppáhald: Landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælum og alt er farið fram opið og gjøgnumskygt (Christian Andreassen í Degi og Viku):
- Veruleikin:
Landsstýrismaðurin hevur svarað svart uppá hvítt, at hann hevur ikki fylgt tilmælunum, men flutt virðir fyri minst 87 mió. krónur frá nøkrum umsøkjarum til aðrar umsøkjarar. Og alment innlit er ikki givið í hvør hevur mist og hvør hevur fingið ístaðin, ella hvørjar lógligar og sakligar grundgevingar eru fyri hesum.
3. Uppáhald: Landsstýrismaðurin veit onki um fólk í samgonguni, sum eru uppi í umsóknum ella um feløg, sum eru flutt í landinum.
- Veruleikin:
Landsstýrismaðurin segði í samrøðu í Degi og Viku við Jón Brian Hvitfeldt, har hann varð spurdur um, hvussu hann kundi gera metingar um, hvør hevði royndir í fiskivivinnu, soleiðis sum hann hevði lagt dent á fyri at vraka og velja umsøkjarar: At Føroyar eru eitt lítið samfelag, so mann veit, hvør hevur royndir í hvørjum.
Men hann sigur seg ikki vita um, at hansara egnu partafólk eru uppi í umsóknum og hava próvfast samskifti við umsøkjarar. Eru Føroyar nú knappliga eitt ov stórt samfelag her?
4. Uppáhald: Alt verður gjørt í felag í Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin situr ikki í einum horni, men er uppi í øllum avgerðum saman við embætisfólki
- Veruleikin: Um hetta passar, so má liggja ein øgilig rúgva av skjalfestum notatum við notatskyldu til bæði landsstýrismann og embætisfólk, um nakar møguleiki skal vera at hava eftirlit við fyrisitingini og at grundgeva avgerðir.
Og tá ið landsstýrismaðurin so verður spurdur um, hví tey ikki lata alment innlit, so skiftir hann grundgeving fultkomiliga: Nei, landsstýrismaðurin blandar seg ongantíð í avgerðirnar! Hvussu hanga hesar útsagnir saman?
5. Uppáhald: Tað er skeivt at seta kanningarstjóra, tí so leypur mann landsstýrismálanevndina og Løgtingsins Umboðsmann um.
- Veruleikin:
Tingfólk hava ongantíð kært landsstýrisfólk til Løgtingsins Umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður er fyri at verja borgaran. Og Jacob Vestergaard tók sjálvur stig til at seta og fáa undirskriftir at seta kanningarstjóra at kanna undirritaða í 2017 uttanum Landsstýrismálanevndina (Nevndarmál (logting.fo)) ??? og eg stuðlaði tí.
6. Uppáhald: ???Tað er tað, sum eg eri settur í verðina til???! (At fara inn sum landsstýrismaður og broyta faklig tilmæli fyri millióna- og milliardavirði).
- Veruleikin:
Nei, hvørki Jacob ella onnur landsstýrisfólk eru sett í verðina til at verða málsviðgerðar og taka avgerð eftir egnum høvdi og meting mótvegis borgarum um milliardavirði.
Tey eru sett av løgmanni. Nýtast ikki at vera fólkavald. Løgmaður kann fyri tann skyld seta konu sína sum landsstýrisfólk í morgin, seta meg vikuna eftir og síðani grannan hjá sær triðju vikuna. Skal tað so vera okkara tilvildarliga meting og kenslur, ið skulu gera av, hvør fær kvotur og ikki? Og alt ymist eftir, hvussu høvdið á okkum er skrúvað saman tann dagin og ta vikuna?
Landsstýrisfólk eru fólksins tænarar. Tey hava eina ábyrgd mótvegis fólkinum í landinum og mótvegis Løgtinginum, nevniliga: At fyrisitingin fer fram lógliga, sakliga, javnt móti borgarum eftir lógum, kunngerðum og reglum, so at rættartrygd valdar í landinum. Jacob Vestergaard sigur í svari til undirritaða, at hann hevur broytt kvotutilluting í minst trimum førum fyri eitt virði á 87 mió. krónur. Tí hann sigur seg leggja størri dent á eginpening og royndir hjá umsøkjarunum, enn hansara fakliga umsiting.
Stóð tað í lógini og kunngerðini og metingarskjølunum, at hetta vóru tey avgerandi kriteriini? Nei, tað ger tað ikki!
Hevur landsstýrismaðurin serligar førleikar at meta um eginpening í mun til ætlaða virkisætlan og um royndir hjá umsøkjarum? Nei, tað hevur hann ikki.
Vóru umsøkjarar ??? soleiðis sum fyrisitingarlógin ásetur ??? hoyrdir um so avgerandi upplýsingar í málinum, ið ikki stóðu í lóg, kunngerð og reglum, men sum gjørdu, at teir vóru vrakaðir,? Nei, tað vóru teir ikki.
Hevur landsstýrismaðurin lagt fram, hvørji skjalprógv hann hevur fyri at meta um royndir og eginpening hjá umsøkjarum, ið hann sigur vera avgerandi og týðandi fyri avgerðina? Nei, tað hevur hann ikki.
Hevur landsstýrismaðurin upplýst um, hvønn hann hevur frávalt, ið sostatt missir stór virðir? Nei, tað hevur hann ikki.
Hevur landsstýrismaðurin vigað allar umsøkjarar eftir somu týðandi kriterium og grundgevingum? Ikki sambært teimum svarum, hann hevur givið higartil.
Verða fólk viðgjørd eftir somu treytum í hesum landi?
Hondina á hjartað. Um fólk gloyma øll ósannindi og propaganda, og royna at ímynda sær:
- Hvussu halda tit, at fjølmiðlaviðgerðin hevði verið. Ikki bara í Kringvarpinum, men á øllum miðlum, um tað var undirritaði, ið hevði gjørt hetta?
- Og um eg hevði svarað: At tey, sum ikki skilja, hvussu klókur og valdsmikil eg eri, skilja onki, og fara ongantíð at skilja tað? Ja, eg veit og vóni, at eg hevði verið kærdur og kannaður í øllum lutum. Sjálvsagt.
- Hvussu halda tit, at fjølmiðlaviðgerðin hevði verið, um eg beinleiðis førdi fram ósannindi sum landsstýrismaður, ið lættliga kunnu eftirkannast. ??? Eg vóni, at eg hevði verið settur til svars í øllum lutum og avdúkaður!
- Hvussu halda tit støðan hevði verið í okkara grannalondum, um ein ministari gjørdi hetta, sum nú er skjalfest? Um ein danskur ministari gekk ímóti tilmælunum hjá síni umsiting og flutti virðir, sum bara eitt ár høvdu verið ??? eftir danska búskapinum ??? 8-9 milliardir krónur? Og at hann so bara leyp á fjølmiðlarnar og einum politiskum flokki: Og kunngjørdi: ???Hetta er tað, sum eg eri settur í verðina til?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald