Politikkur

??hugnalig politisk útveljan

...

2016-08-13 22:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umframt stóran niðurskurð í fiskidøgum, vil fiskimálaráðharrin velja skip út, sum skulu missa lívsgrundarlagið, siga Fólkafloksmennirnir Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.

Jørgen Niclassen og Jákup Mikkelsen skriva í álitinum til lógaruppskotið um áseting av fiskidøgum, at tað sær út sum, at samgongan ynskir at halda fram við kollvelting og eksperimentum av okkara høvuðsvinnu.

Hóast nógvar royndir frá andstøðuni at finna breiða semju, so vil samgongan ikki semju. At skerja fiskidagatalið við 30% er feigdargerð móti húkavinnuni.

Undir nevndarviðgerðini er komi týðiliga til sjóndar, at fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi. Línuvinnan hevur seinnu árini lagt seg eftir at fiska á ytru leið og at fiska uttan fyri Føroyar, tað verið seg Flemish Cap, Íslandi og at ogna sær kvotur í Grønlandi. Hesi verða nú hart revsa í fiskidøgum.

Harafturat er samgongan farin í politiska útveljing, um hvør skal missa grundarlagið fyri at vera í vinnuni. Umframt stóran niðurskurð vil fiskimálaráðharrin velja skip út, sum skulu missa lívsgrundarlagið. ??hugnalig politisk útveljan, skriva Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.

Teir vísa eisini á, at øll tekin eru um, at fiskiskapurin eftir toski á landgrunninum er í stórum vøkstri. Í vinnunevndini er upplýst frá øllum pørtum, at neyvan nakrantíð hevur verið meira av nebbasild á landgrunninum. Fiskiskapurin hevur eisini verið munandi betur tvey tey seinastu árini. Men royndin hevur verið sera lítil, tí skip hava roynt aðrastaðni, og sera fáir útróðrarbátar hava roynt, tó at úrtøkan hjá hvørjum einstøkum hevur verið góð.

Síðan fiskidagskipanin kom í gildið, er fiskidagatalið hálverað. Tað átti í sær sjálvum at sagt øllum, at nú er veiðutrýstið ikki ov stórt.

Hyggja vit í tilmælið frá Havstovuni, síggja vit eisini at útroknaða veiðitrýstið á hýsu er burðardygt, og at útroknaða veiðitrýstið á toskastovnin er burðardygt í mun til veiðusetningin, sum skipanin ásetti. Havstovan mælir tó til stóran niðurskurð.

Hetta er ilt at skilja, tí hvussu lítið skal veiðitrýstið vera, fyri at Havstovan ikki skal mæla til niðurskurð.

Samanumtikið sær minnilutin onga orsøk til at skerja fiskidagatalið og mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári, skriva Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen í álitinum til lógaruppskotið um fiskidagar næsta fiskiár.

Uppskotið kemur til 2. viðgerð mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder