Klokkan 22:15 í gjárskvøldið, fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni.
Ein bilur var gliðin yvir í mótkoyrandi breytina, og rendi frontalt í ein annan bil, tað skrivar portal.fo.
Fýra persónar vóru í tí eina bilinum, meðan tveir vóru í hinum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, hendi eingin álvarsligur mansskaði, men allir persónarnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Allir persónarnir megnaðu at koma úr bilunum við egnari hond.
Vegurin var stongdur í knappan hálvan annan tíma meðan bilarnir vóru ruddaðir av vegnum, visti vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at siga við Portalin í gjárskvøldið.
Eisini vóru onnur ferðsluóhapp í gjárskvøldið. Portal.fo skrivar, at eitt var um Sandavágsháls, og eitt annað var á ??ðuvíkarvegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald