Tíðindaskriv
Tórshavn, 03.04.2017
Ognarfelagið LÍV
Fyrr í árinum var umboðsráðsval til Ognarfelagið LÍV, sum eigur 50% av P/F LÍV Holding.
Fyrsti aðalfundurin var hildin 3. apríl 2017 og hevur umboðsráðið skipað seg soleiðis.
Forkvinna : Selma Ellingsgaard
Næstformaður : Regin Olsen
Kassameistari : Sofus Debes Johannesen
Tiltakslimur fyri næstformannin : Eyðdis Ellendersen
Á aðalfundinum valdi Ognarfelagið LÍV at instilla 2 umboð, sum vera endaliga vald á aðalfundinum hjá P/F LÍV-Holding.
Umboðini eru: Hanna í Horni og Árni Arge.
Eitt mál á aðalfundinum var samsýningarskipan til umboðsráðslimirnar. Semja var um, at samsýnt verður við fundarpeningi í mun til teir fundir, umboðsráðið hevur.
Tað verður Januar, Løggilt Grannskoðaravirki P/F, sum kemur at taka sær av grannskoðanini hjá Ognarfelagnum LÍV.
Næsta uppgávan hjá ognarfelagnum verður í samráð við P/F Fakfelag, at velja forkvinnu/-mann til nevndina í P/F LÍV Holding, sum telur 5 fólk.
P/F Fakfelag og Føroya Landstýrið eiga hin helmingin av P/F LÍV Holding.
Aðalfundurin í P/F LÍV-Holding verður 20. apríl 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald