Vinna

Ogn Føroya fólks ein beint frammaná

...

2017-02-17 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrissamgongan máangra, at tey settu niður nýskipanarnevndina. Nevndin hevur giviðpolitisku fiskivinnunýskipanarætlanunum ein so beint frammaná!

???Ogn Føroya fólks???

Longuífyrsta broti mæla tey til:???at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikinúr lógartekstinum, og at endamáliðviðumsitingini av livandi tilfeinginum heldur verður tikiðupp og neyvari lýstíviðmerkingunum til lógina.Ístaðin mælir nevndin til, at regulerandiásetingar verða settarílóggávuna, harítøkilig støða verður tikin til, hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingiðverður skipaður, og hvussu virðiðkemur samfelagnum til góðar.???

Somuleiðis siga tey:???Nevndin metir, at lóggávan eigur beinleiðis atáseta, hvussu hetta virði skal koma føroyska búskapinum og vælferðini hjátjóðini til góðar. Hetta eigur at verða skipaðviðbeinleiðis regulerandiásetingumílóggávuni og ikki viðorðingum um ogn Føroya fólks, sum ikkiísjálvum sær staðfesta nakra rættarstøðu ella skyldur sambært lóggávuni!

Arbeiðiðhjánevndiniátti at enda her. Tey skuldu steðgaðáog sagt viðpolitiska myndugleikan: Hvat meina tit við? Og so fingu tey uppgávuna aftur, tápolitiski myndugleikin staðfestiíveruligum orðum, hvussu orðingin???Ogn Føroya fólks???skal skiljast.

Eisini Búskaparráðiðfær av at vita fyri at misnýta hugtakið???ogn Føroya fólks???:???Nevndin metir, at orðingin hoyrir ikki heimaísjálvum lógartekstinum. Orðingin kann elva til ivamál, og til at rættarstøðan verður misskilt ellaíbesta føri skilt ymiskt og kann skapa stríðum, hvør rættarstøðan eigur at vera. Sum dømi um, hvussu orðingin um ogn Føroya fólks hevur veriðskilt, kann vísast til frágreiðingina fráBúskaparráðnumávárií2000???.

Taðer framúr gott, at serfrøðingarnir hava tikiðarmarnar afturumápopulisiskum politikarum og frøðingum, iðsleingja um seg viðpolitiskum flosklum. Nýskipanarnevndin hevur stórt rós uppiboriðfyri, at endiliga hevur ein serfrøðingabólkur greitt boða frá, at hugtakið???Ogn Føroya Fólks???er eitt politiskt slagorð, iðals ikki er kjølfestíløgfrøði.

Politiskir arbeiðsbólkar

Vanligt er, at politikarar seta nevndir ella serfrøðingabólkarítýðandi politiskum málum, at tryggja sær, at serfrøðingarnir byggja undir tann politiska viljan. Teirraíkast skal vera fakligt og akademiskt. Antin viðat velja persónarnar eftir tí, teir havaúttalaðseg umáður, soleiðis at politikarin veit, hvat hann fær, ella viðat skriva arbeiðssetningin, so arbeiðsbólkurin verður avmarkaður til atútgreina politisku ynskini.

Samgongan og fiskimálaráðharrin valdu loysnina viðeini nevnd viðóheftum serfrøðingum javnt sett saman av fiskivinnufólki, lógarfólki, búskaparfrøðingum og fiskifrøðingum, nøkur viðpraktiskari, onnur viðteoretiskari vitan, nøkurívinnu og onnuríumsiting og gransking, at greina politiska viljan ogætlanirnar, avtalaðar eruísamgonguskjalinum.

Álitiðer helst nógv taðbesta???factsheetið???skrivaðum føroyska fiskivinnu. Partarniríálitinum um taðfaktuella er framúr væl skrivað.

Her verða ikki viðgjørdir kapitlarnir viðtilmælum um uppboðssølu av rættindum, kvotuskipan heldur enn fiskidagar, tilfeingisrentan, alt til lands og nógvu ymisku tilmælini. Her er nevndin tíverri mangan farin fráat vera serfrøðingar til at blanda seg uppípolitiskar raðfestingar.

Vandin hjápolitiska myndugleikanum viðat seta ein serfrøðingabólk er, at bólkurin kemur viðeinumáliti, iðsigurímóti politiska viljanum.ÁlitiðfráNýskipanarnevndini mávera ein stórur trupulleiki hjálandsstýrissamgonguni.

??li Samró

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder