Í sambandi við kvæðaráðstevnuna Og dansurin gongur, sum er í Norðurlandahúsinum 20.-23. juli, verður eitt spennandi tiltak týskvøldið 21. juli klokkan 19.
Sláið Ring, svenska Maria Länne Persson og finskaMaija Karhinen-Ilo fara at framføra fjølbroyttar tulkingar av gomlum kvæðum. Kvøldið endar við einum braki, tá ið Týr trínur á pallin við nøkrum kvæðum. Áhoyrararnir kunnu sum altíð gleða seg til eina framførslu, ið blandar gamalt og nýtt, siðvenju og tungmálm.
Endamálið við tiltakinum er at vísa øðrvísi tulkingar av kvæðum ??? møguliga er neyðugt við nýtulkingum, um kvæðini skulu yvirliva.
Tað er H.N. Jacobsens Bókahandil, sum saman við Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri Kvæðaráðstevnuni í sambandi við, at bókahandilin í ár hevur 150 ár á baki, og Fróðskaparsetur Føroya er 50 ár. Ráðstevnan verður 20.-23. juli. Tiltakið týskvøldið byrjar klokkan 19 og er alment.Atgongumerki kunnu keypast á www.nlh.fo og kosta 285 krónur, men tey, ið luttaka á allari ráðstevnuni hava tó ókeypis atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald