Politikkur

??dýrar ábøtur kunnu gera stórar batar!

...

2016-11-05 19:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit á Borgaralistanum seta trý málsøki allrafremst.

Tey eru 1. Grundstykkir (framvið Nesavegnum, og evt. Í Miðvági frá Evigheitini, norður gjøgnum Ryggsbø og í Sandavági evt. eina ovaru útstykking). 2. Góðar barnagarðar, frítíðarskúla (inkl. 3. Flokk), fólkaskúla við framhaldsdeild og kreativum fakum afturat, og 3. Heilsuøkið og herundir eldrarøkt og -trivnaða.

Men hóast hesi trý málsøkini eiga okkara fremstu raðfesting, so liggja eisini mong onnur málsøki okkum frammalaga í huganum.

Vinnulív og umhvørvi!

Eitt nú eigur kommunan at gerast betur samstarvsfelagi hjá vinnulívinum, og fyri at røkja eitt fruktagott samskifti og samstarv við fyritøkurnar, skal kommunan hava serstaka vinnunevnd. Vinnunevndin skal umframt at menna samstarvið við verðandi íverksetarum til hjálpar, td. við at vísa teimum til serkunnleika innan tey vinnuøki, har hesi ætla at royna seg.

Vinnunevndin skal eisini skipa fyri vinnutingi í Vágum.

Vit vita øll, at ferðavinnan er vinnugreinin við størsta vøkstri kring allan heimin, og soleiðis er eisini í Føroyum. Í Vágum liggur flogvøllurin, og sostatt liggur leiðin hjá nógv flestu ???in-coming??? ferðafólkum umvegis Vágar. Hetta er ein fyrimunur, sum vit skulu gera okkum dælt av!

Visit Vágar skal gerast meira sjónskt, og saman við Sørvágs Kommunu, Krígssavninum, LakeSide og øðrum góðum kreftum, skulu vit leggja lunnar undir eina munagóða menning, so fleiri arbeiðspláss spyrjast burturúr ferðavinnuni.

Umhvørvisætlan skal orðast fyri kommununa, har atlit verður tikið til drekkivatn, kloakk- og spillivatn, náttúrudálking osfrv.. Grótbrotið í Sandavági, havnaøkið og økið framvið sjóvarmálanum í Miðvági skal alt ruddast og hampast!

Tað, ið her er nevnt, er lítið kostnaðarkrevjandi og kann setast í verk, bara viljin er til tað. Talan er um ódýrar ábøtur, ið kunnu verða til stórar batar!

Eina skoytubreyt?

Tí loyvi eg mær at koma við einum nakað meira kostnaðarkrevjandi uppskoti, og tað er, at kommunan nú í vetur útvegar eina skoytubreyt, líknandi henni tey hava í Tórshavn. Gamli asfalteraði hondbóltsvøllurin niðanfyri Valloyruna er helst vælegnaður, men um onnur betur uppskoti eru til staðseting, so er tað í fínasta lagi. Plaseringin hevur ikki so stóran týdning!

Maria Ellefsen Næss, Valevni á lista C, Borgaralistin, til Kommunuvalið '16 í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder