2016-09-11 12:02
Tey sum skipa fyri ódnartøkum, hava valt at avlýsa kappingina, sum eftir ætlan skuldi verið á Miðvági í dag. Tað er vindurin á Hálsi ið ger, at kappingin er avlýst, vindurin liggur um 10-12 m/s, og upp í 18 í hvirlunum.
Víðari verður sagt, at tað ber ikki til at útseta kappingina nakrar tímar, tí at hann lovar meira vind aftur í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald