Barnaleikurin ??ðins Eyga verður vístur á G! Festival í ár. Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og ??ðin.
Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar ??? ikki minst gudin Loka.
Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.
Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av ??ðins Eyga.
Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen ??? sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk ??? hevur umsett leikin til føroyskt.
Allar sýningar verða í Fjósinum.
Hósdagin 16. juli kl. 17.00
Fríggjadagin 17. juli kl. 15.30
Leygardagin 18. juli kl. 15.30
Tað er ókeypis at vera á G! Festivalinum til kl. 16, tí eru sýningarnar fríggjadag og leygardag ókyepis og opnar fyri ølllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald