Mentan

Oddfríður og Petur við nýggjum søvnum

...

2014-11-17 23:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin tann 19. november verða tvey nýggj yrkingasøvn løgd fram klokkan 16.00 í Steinprenti.

Fyri 20 árum síðani gav forlagið Fannir út søvnini Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum eftir Petur Pólson og aldur hugans eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Nú, tjúgu ár seinni og nógv, nógv vísari, geva hesir báðir aftur søvn út saman.

Petur Pólson gevur út sjeynda savn sítt Opus 6 - ein symfoni fyri æðrar. Uni Árting hevur greitt savnið til prentingar.

Oddfríður Marni Rasmussen gevur út tólvta savn sítt Oktoberbløð í fallandi sól. Sára Mikkelsen hevur gjørt permuna.

Sprotin gevur bæði søvnini út.

Oddfríður og Petur fara at lesa upp nýtt og gamalt, og Knút Háberg Eysturstein og Benjamin Petersen spæla.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder