2015-04-11 00:57
FSF Varpið: Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen meta um 6. umfar í EFFO-deildini, ið verður spælt leygardagin og sunnudagin.
Fimm spennandi dystir eru á skránni, tá 6. umfar í EFFO-deildini 2015 verður spælt um vikuskiftið.
Byrjað verður á Vágseiði í Vági leygardagin kl. 15, har FC Suðuroy fær vitjan av AB.
Hinir fýra dystirnar verða spældir sunnudagin. Klokkn 15 byrja dystirnir NSÍ-HB, B36-TB og IF-KÍ, meðan dysturin ímillum EB/Streym og Víking byrjar klokkan 16:00.
Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen um 6. umfar í bestu deildini hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald